Afturhaldsliðið

Ymist
27.04.2014
Sprotin

Yrking úr ‘Tinna og tám’ – Steinbjørn B. Jacobsen

Vit fingu skipini til landið

Tit sluppu tá við teimum

Vit yrktu kvæðir og sálmar og sangir

Tit kvóðu tey so, og syngja teir nú

Vit vegaður vegirnar

Tit gingu so og koyra nú har

Vit fingu telefonina

Tit tosa nú í henni

Vit fingu flaggið

Tit flagga nú við tí

Vit fingu fleiri føroyskar sessir

Tit berjast og trokast at koma í teir

Vit fingu útvarpið

Tit eru trúgvir lurtarar

Vit fingu aftur skipini

Tit komu so sjálvandi við
Vit bygdu hugsjónirnar

Tit eitraðu og dálakðu tær

Vit brutu upp um armar

Tit háðaðu og eltu runubløkini

Vit sáddu og sáa nýggjan gróður

Tit sáddu og sáa mistreystis illgras
Vit sveittaðu, løgdu rygg til gvóðu

Tit vóru iglar, byrðar og niðagrísar

Vit bygdu so manga lógina til bata fyri øll

Tit søktu um studningarnar

Vit borðreiddu

Tit ótu

Vit vilja várkunna og hjálpa tykkum

Tit okkara villleiddu systkin við vargum í
ve.

Steinbjørn B. Jacobsen 
Tinna og tám Fannir 1997

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...