Tankar ein flaggdag

Røður
27.04.2014
Sprotin

Góði Jákup!
Í hesum døgum fyri umleið 10 árum síðan sótu vit báðir í einum køki sunnan fyri Keypmannahavn. Í kømurunum við síðuna av sótu tveir unglingar og linkaðu á teirra teldum. Inn ímillum prátaðu teir og fjantaðu sínámillum, tveir dreingir í studentaskúlaaldri.

Onkustaðni millum okkum báðar og teir báðar lá eitt jaligt
lag og sveimaði í luftini, tí sjálvt um unglingarnir hildu okkum vera gamlar og
keðiligar og turrisligar, hildu teir eisini, at tað var okkurt áhugavert við at
hoyra okkum tosa føroyskt saman, og tí komu teir rennandi til okkara av og á,
forvitnaðust og spurdu um mangt og hvat. Eg minnist, at tú tá segði við meg, at
tað er umráðandi, tá ið hasir báðir einaferð verða vaksnir menn, at teir hava
okkara søgu ‘dokumenteraða’,  “tú
skrivar ritgerð um føroyska bókaútgávu, og eg skrivi bók um føroyska politiska
søgu, Gud viti um eg nakrantíð verði liðugur?”

Tú vart 61 ár tá og eg 51.

Myndin rennur fram fyri meg í dag, nú Merkið aftur er
vundið í húnar hátt á hvørjari flaggstong í landinum. Tey siga fyri mær, at tað
er tí, at bretar viðurkendi Merkið sum okkara flagg henda dagin, trý ár áðrenn,
tú vart føddur.

Og um henda dagin skrivar tú einastaðni í bókini, eg í
dag havi fingið: “Eitt undantak frá øllum hesum var tó góðkenning breta av
føroyska flagginum til nýtslu á sjónum. Hetta kom amtmanninum illa við. Fáar
dagar fyri 25. apríl 1940 hevði Hilbert tosað við Mason, at sum meginreglu
vildi hann halda fast um, at føroyingar framhaldandi skuldu sigla undir
Dannebrog. Tó vildi hann ganga við til, at eitt serligt frámerki varð sett á
danska flaggið – “når blot det færøske
flag bliver undgået”
. Hilbert greiddi Mason frá gongdini í flaggstríðnum,
sum verið hevði fyri 1940, og frá formligu støðu donsku stjórnarinnar, sum var
tann, at ríkisflaggið skuldi galda fyri alt ríkið. Eisini vildi amtmaðurin
góðtaka, at føroysk skip sigldu undir bretskum flaggi – eins og donsk skip, sum
Ongland hevði lagt hald á undir krígnum. Hilbert skilti samrøðuna við Mason sum
eitt óalment lyfti um, at bretar ikki fóru at viðurkenna føroyska flaggið.
Amtmanninum kom tí dátt við, tá ið bretar 
25. apríl 1940 góðkendu føroyska flaggið til skipasigling.”

Nú er flaggdagur aftur. Nú er bókin komin. Men tú, tú ert
horvin.

Men, góði Jákup, eg skal siga tær, at eg haldi, at eg
veit, hví summi fløgg veittra meira í dag enn onnur. Niðri á Bryggjubakka í hølum Føroya Fiskimannafelags, har er
boðið til hátíðarløtu, har hava menn flutt um upp á stólar og borð, har er
borðreitt og fyrireikað til tað stóra tiltakið. Har ganga Tobbi og Høgni og
Jonhard og nógv, nógv onnur og fesja runt og skulu hava alt til reiðar til ta
stóru løtuna. Menn hava fyrireikað røður og framløgur og søgur. Orsøkin er, at
ramman um tína Diamanttíð er um at
verða liðug sett saman. Handritið, tú arbeiddi við tey fimm, seks árini frá
2004-2009 inni í klivanum á Kongaliga Bókasavninum í Keypmannahavn, søgan um
loysingarpolitikkin í 1940-árunum,
er nú konverterað til eitt fyrsta bind av politisku søguni hjá teimum, sum
vildu frælsar Føroyar.

Hevði tú vitað! Hevði tú sæð skránna! Hevði tú sæð
verkið!

Fremst í bókini skriva útgevararnir, at: “Umráðandi var
fyri høvundin og okkum, at hin fyrri hevði treytaleyst frælsi til at skriva
søguna úr einum søgufrøðiligum sjónarhorni uttan partapolitiska og okkara
íblanding yvirhøvur.” Eg veit, at hetta var tær ein dýrmætur setningur. At tú
fekst frælsi til at skriva tað, tú helt vera best og rættast til tess at lýsa
málið út í æsir.

Eg minnist, hvussu ofta og nógv tú tosaði um hesa
uppgávuna. Hvussu álvarsamt tú helt tað vera at sleppa at siga hesa søguna.Tú
vart ikki tjóðveldismaður, tú vart ikki sambandsmaður, tú vart ikki
fólkafloksmaður og tú vart ikki javnaðarmaður. Tað var einki av hesum, sum
gjørdi, at tú vart betri ella verri fyri at skriva hetta verkið. Tú vart søgufrøðingur, segði tú altíð, og eg
hoyrdi teg altíð siga hetta við stóra S. Tú vildi greiða úr hondum eitt
álítandi søguligt verk, eitt verk, sum øll kundu líta á, har útsagnirnar vóru
tær røttu, og har alt kundi skjalfestast, soleiðis at eftirtíðin, tey ungu, skuldu kenna teirra egnu søgu.

– Tú visti ikki, um tú fórt at klára tað, segði tú.

– Men, segði eg, tú hevði roynt hetta áður og haraftrat við
einum úrsliti til ug, so hví ikki royna aftur. Tað var ikki altavgerandi hjá
tær, um tað var søgan um loysing,
ella tað var søgan um samband ella um
javnaðin. Tað var søgan, sum hevði alt at siga. Og hana
dugdi tú meistarliga at siga.

Tað er ikki heilt av leið, at hetta verk títt ger
útsøgnina hjá teimum til skammar, sum siga, at okkum vanta skúla- og lærubøkur
til okkara ungdóm. Eg eri bangin fyri, at summi teirra, ið siga slíkt, kenna
ikki okkara bókmentir í nóg stóran mun, men lat tað liggja hesa ferð.

Góði Jákup! Eg ynski tær hjartaliga til lukku við
avrikinum og hevði ynskt, at tú vart ein fluga á vegginum á Bryggjubakka í dag.

 

 

Martin Næs 
Jákup Thorsteinsson (1943-2009): Loysingarpolitikkur í
1940-árunum. Við serligum atliti at virki Erlends Paturssonar.
Fólkatingsgrunnurin 2014.

 

Deil á

Aðrar greinar

Røður
Vit eru málið og málið eru vit

Málið er ein frummegi. Móðurmálið tekur skap, táið vit koma úr móðurlívi og súgva í okkum móðurmjólk...

Røður
Heiðurskvøða til fjøllistamannin Martin Joensen

- tá ið hann fekk handaða Serstøku heiðursgávu landsstýrismansins 2021 í SALT á Drelnesi 19. januar ...

Røður
Mín slóð í kjalarvørri móðurmálsins

Hann sendir - á skeivari – bylgju – millum - bylgjur – og – á – øðrum – frekvensi -millum – allar - ...