Marjun Bæk – ‘Um Jesus’

Bókaprát
11.05.2014
Sprotin

Gardell hevur eisini skrivað eina bók “Um Jesus”. Eftir nøkulunda sama leisti sum bókina “Um Guð”, og sjálvsagt við atliti at, at meðan guðfataninar í tí gamla testamentinum mentust yvir meira enn eitt túsundáraskeið, so fevnir tað nýggja testamentið einans um eini góð hundrað ár.

Hann spyr sjálvsagt, um vit fata Jesus
rætt. Um hvussu tær Jesus-myndirnar, vit gera okkum í dag, samsvara við tann
søguliga Jesus, so frægt tað ber til at kenna hann.

Í “Um Jesus” byrjar Gardell
aftur við síni einføldu barnatrúgv. Hann sigur (s7f):

Jesus er svarið.
Soleiðis søgdu vit í baptistasamkomuni í mínum barndómi. Jesus var svarið –
uttan at tað var neyðugt at seta nakran spurning. Í fyrstuni var einki at ivast
í. …. Jesus var okkara svar. Øgiliga einfalt. Klæði hansara vóru altíð
ljósablá ella blá, eins og eyguni. Tað síða hárið og skeggið var ljósleitt og
húðin ljós og frísklig, hann smíltist blídliga og vinarliga, tenninar vóru
beinar og hvítar.


Hann elskaði meg. Hann elskaði øll børn. Hann
elskaði øll, uttan fariseararnar sjálvandi, hetta høggormaynglið, hesi
skammiligu óvættini.


Tað var ikki tað undrið til, sum hann ikki
dugdi at gera, og tað er fullkomiliga ófatiligt, at ikki øll, sum vóru um hann,
ikki beinanvegin fataðu, at hann var sonur Guðs. Enn meira ófatiligt, eftirsum
herskarar av einglum sungu og gjørdu um seg, tá hann var borin í heim. Øll í
Betlehem mundu hava sæð tað, og tá hann doyði á krossinum, var sólarmyrking,
jarðskjálvti, forhangini í templinum skrædnaðu, og nógvir deydningar vaknaðu og
gingu í gøtunum – eg meini, hvussu bar tað til einki at fata?

 

Tann
lítli gudrøkni drongurin vaks til og varð til ein medvitnan mann, sum hevur
ymist við sær í viðførinum, sum tað er tungt at bera. M.a. tað, at hann hevur
verið misnýttur.

Og
at hansara samleiki sum samkyndur ferð eftir ferð verður álopin av øðrum
kristnum, sum halda seg til í Guðs navni at siga við hann, at Guð hatar og
forbannar hann. – Eitt evni, hann bara móti vilja sínum nemur við her, men sum
hann kortini ikki hevur hug til at gera til eitt serstakt evni, tí hann heldur
tað vera smáligt og andaliga pínligt, 
tá tey avmarka ta menniskjuligu leitanina eftir tí guddómliga, eftir
instu meiningini við lívinum, til at snúgva seg um, hvussu menniskjan brúkar
sínar kynslimir (s226-227).

 

Tær
persónligu erfaringarnar, sum hann tekur við inn í báðar bøkurnar eru við til
at geva bókunum dýpd, tí sjálvandi er hann ikki, heldur enn teir bíbilsku rithøvundarnir
førur fyri at geva nakra objektiva mynd av kristindóminum. Eingin sleppur undan
at hava seg sjálvan og sín egna førning við, heldur ikki Jesus. Og heldur ikki
Paulus. Øll hava ein agenda, evangelistarnir eins og Gardell sjálvur.

 

Tað er einki nýtt í, at tað er munur á
tí søguliga Jesusi og tí Kristusi, sum NT og seinni kirkjan fer at boða.  Og Gardell tekur okkum við sær so
langt, tað ber til at sleppa aftur um tann prædikaða Kristus, bæði í NT og í framhaldinum
í kirkjuni og kirkjusøguni. T.d. heldur hann uppá, at evangelistarnir í Nýggja
Testamenti kanska aldrin hava sett fótin á palestinska jørð, so lítið vita teir
um viðurskiftini har. NT er skrivað á grikskum, altso frá fyrstan tíð ein
týddur átrúni, til eitt mál, Jesus kanska ongantíð skilti. Hann tosar um tað
fyribrigdið, sum læknar enn í dag kalla eitt jesus-syndrom og spyr, um Jesus
kanska eisini leið undir tí! Hann spyr, um Jesus yvirhøvur skilti Pilatus, sum
tosaði latín, meðan Jesus sjálvur tosaði arameiskt.

 

Gardell er ikki guðfrøðingur, og kanska
er tað eisini fremsta grundin til, at hann torir so væl at leggja sjógv millum
seg sjálvan og sína tulking av bíbliutekstunum og so teimum gomlu
lærusetningunum, t.d. tann um, at Jesus doyði fyri okkara syndir. Tann
lærusetningin heldur hann vera fullkomuliga í stríð við Jesu lív og læru, har
einki bendi á, at Guð faðir skuldi verða so blóðtystur, at Jesus mátti ofra seg
fyri at blíðka Guð. Líðing Jesu er heldur hjá Gardell tekin, lívstekin um
solidaritet, at Guð er við í øllum, sum hendir, hjá øllum teimum, sum líða og
verða pínd.

 

Hann smæðist ikki fyri at pilka
føðingarfrásagnirnar, jólaevangeliini, sundur, og viðmerkir, at eslið og
kúgvin, sum vit síggja í nærum hvørji jólakrubbu, eru ikki komin inn í myndina
fyrr enn í 800-talinum, og her sum so mangastaðni vísir Gardell á, at vit eiga
at gera okkum ómak at lesa tað, sum stendur, og ikki at taka alt møguligt
annað, sum er lagt aftrat við tíðini, við okkum inn í tekstirnar. T.d. hava
Markus, sum er tann elsti evangelisturin, og Paulus, sum eigur tær elstu
tekstirnar, yvirhøvur ongan áhuga í Jesu føðing, tíansheldur nakrari
jomfrúføðing. Eg haldi, at Gardell sera heppið lýsir munirnar millum teir fýra
evangelistarnar og teirra brúk av tí gamla testamentinum. Jesus virkaði ju sum
undurgeri og eksorkistur, tað var einamest tað, sum gjørdi hann kendan, hóast
tað heldur einki er at ivast í, at evngeliini gera alt ov nógv av um, hvussu
nógv fjeptust uppií honum: Hjá samtíðar søgumanninum Josefus (s30-31) verður í
eini frásøgn um nakað heilt annað nevnt, at “Jákup, bróður Jesus, sum tey
kalla Messias” varð dripin, og eina aðrastaðni, at Jesus, sum var ein
vísur maður, sum gjørdi nógv undarligt, varð dømdur til krossin av Pilatusi og
at viðhaldsfólk hansara ikki góvust at elska hann fyri tað, men kallaðu seg
kristin eftir honum.

 

Eg dugi ikki ordiliga at finna ein
bókmentaligan “kassa”, sum bøkurnar hóska í. Ta einu løtuna er
Gardell tann brennandi prædikumaðurin, eina aðra løtu er tað, sum stendur hann
við pultin á einum fróðskaparsetri – og hevur eitt hav av fótnotum – 
summatíðir rópar hann hart og tosar við stórum bókstavum, eisini um politikk,
aðrastaðni teskar hann blídliga, uggandi og sannførandi.

Sum sagt er Gardell ikki guðfrøðingur.
Hann er rithøvundur, dramatikari og komikari, og tað sæst alt aftur eisini í
hesum bókunum. Hann varð tilnevndur heiðursdoktari í Lund eftir útgávuna
“Um Guð”, og hann hevur allan vegin gjøgnum báðar bøkurnar leitað sær
guðfrøðiliga ráðgeving.

Eitt síðsta sitat (162 Um Jesus):

Ígjøgnum bíbliuna renna
tvær javnfjarar linjur. Tær renna ongantíð saman. Tær standa hvør ímóti aðrari
og lata seg ikki sameina: Tann Guð, sum vil sátt, og tann, sum vil hevnd, tann
Guð, sum av kærleika tekur alt og øll uppí, og tann Guð, sum velur burturúr. Ta
einu løtuna fellur ikki ein spurvur til jarðar uttan Guðs umsorgan og kærleika,
og løtu seinni er Guð einki annað enn ein leirsmiður, sum við vilja ger nøkur
íløt til at sora sundur.

 

#
Hevur ikki leirkerasmiðurin
vald á leirinum, so at hann úr sama deigginum kann gera eitt kerið til sømdar
og annað til ósømdar? Men um nú Guð, tó at hann vildi sýna vreiði sína og
kunngera mátt sín, kortini við miklum langmóði hevur várkunnað vreiðinnar ker,
sum vóru búgvin til undirgangs … ?
 #

Soleiðis skrivar Paulus, og
tað rennur mær kalt niður eftir bakinum, og eg nøtri, syrgi og undrist: Hví er
tað so ómetaliga ringt at sættast við ta hugsanina, at fremsta uppgáva Guðs ikki
er at skilja burturúr, at sleppa sær av við, at vraka?

Skuldu vit góðtikið hugsanina um, at Guð vrakar, at hann sleppur sær
av við, at hann vælsignar ella havnar, tá góðtaka vit, at tað í roynd og veru
eingin munur er á Guði og Hitler og dreymi hansara um eitt triðja ríki.

Guð vrakar ikki.

Hjá mær er tað púra einfalt: Um lítlasystir mín, sum eg eri
ómetaliga góður við, men sum ikki trýr á Guð, ikki skuldi sloppið við í
Páradís, so hevði eg verið noyddur at farið fram til Guðs og sagt: ”Eg vil vera
har, sum systir mín er!”

Annars hevði eg verið fullkomiliga glataður.

Og hugsa tær, eg eri sannførdur um, at Guð hevði svarað: ”Tú hevur
rætt. Kom, so fara vit báðir hagar, tí eg vil verða partur av líðingunum hjá
systur tíni.”

Ein fyri allar, allir fyri ein.

Marjun Bæk


Um Jesus‘ fæst sum pappírsbók (229,-) og sum e-bók (129,-).


Les eisini greinina Marjun Bæk – Um Guð

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...