Orðið ‘veðrur’

Tað góða orðið
26.10.2014
Sprotin

Vaksin seyður av kallkyni (mótsett ær) eitur sum kunnugt veðrur á føroyskum. Umframt henda orðformin hava vit í føroyskum eisini tveir aðrar: veðri og veður. Elstur av hesum trim­um er veður (av fornnorrønum veðr), sum man vera mest sum burturdeyður í livandi máli. Hin vanligasti orðformurin nú er veðrur, og tann veikt bendi og staðbundni orðformurin veðri er ein síðuformur til henda.

Viðvíkjandi bending er
at siga, at tann vanliga endingin í hvør- og hvønnfalli í fleirtali er –ar (t.e. veðrar), og henda endingin er eisini tann upprunaliga, men umframt
hesa ending hev­ur orðið í eldri føroyskum eisini fingið endingina –ir (t.e. veðrir), og henda endingin man enn hoyrast av og á.

Viðvíkjandi
samanseting er at siga, at tann vanligasti orðformurin í samanseting er veðra-. Tað er ikki til at gera av,
hvørt hetta er hvørfalsformurin í eintali, veðrar,
ella í fleir­tali, veðra. Dømi: veðrahálsur, veðrakjøt, veðrakrov, veðraøl. Í øllum hesum orðum hevur fyrri
liður framburðin /vegra-/. Í tveimum
tílíkum samansetingum hava vit tó framburðin /ve:ra/: veðragemlingur og
veðragjólingur. Tað er bert eittans
dømi um tann elsta orðformin í saman­seting: veðurlamb.

Seinni liður í orðasamansetingini ærviðri er avleiddur av rótini í orðinum
veðrur við i-um­ljóði. Orðið ærviðri /arvigre/ merkir eitt, sum er
bæði ær og veðrur ella eisini hvørki teirra.

Orðið veðrur er gamalt orð og finst í fleiri
indoevropiskum málum, t.d. gotiskum wiþr­us
‘lamb’, fornenskum weder ‘veðrur’ og
nýenskum wether ‘geldseyður’, t.e.
geldur veðr­ur ella gelt veðurlamb. Orðið finst í øllum norðurlandamálum
(íslendskum veður, donsk­um vædder, norskum vær, svenskum vädur) og í
týskum Widder, og í hesum málum er
merk­ing­in tann sama sum í føroyskum. Upprunamerkingin tykist vera ‘ársgamalt
(hús)djór’. Orðið er skylt við tað latínska orðið vetus ‘gamal’, og t.d. fremmandaorðið veteranur er runnið av hes­um orði. Tað er eisini skylt við tað
grikska orðið étos ‘ár’. Veðrur er
nakað burturi skylt við orð­ið fjør í
orðasambandinum í fjør ‘í farna ári,
síðsta ár’.

Sum nevnt finst orðið í øllum
norðurlandamálum, men í íslendskum er harumframt eitt annað orð, ið er
vanligari, t.e. hrútur, sum eisini er
fornmálsorð. Hetta orð hevur eisini ver­ið til í føroyskum, tó uttan h. Orðið er fyrri liður í t.d.
staðarnavninum Rútafelli í Vági. Har­umframt
finst orðið eisini í máliskuni bólta
(bróta) rút
, t.e. kúla seg saman og kasta seg fram­yvir niður á bakið (við
høvdi og hondum fyri).

Í føroyskum hevur orðið veður, aloftast nýtt í fleirtali, veðrar, eisini merkingina: fýra smá­ir
jarnbogar undir píkinum á fjallstavi (til at forða fyri at stavurin søkkur ov
djúpt í bleyt­lendi og til at taka seyð úr óføri við at snara hann inn í
ullina). Hesir veðrar verða onkustaðni eis­ini nevndir knabbar ella veðrajørn.
Fjallstavur við tílíkum veðrum eitur veðrastavur.

At enda skal nevnast, at fyrsta merki,
føroyingar fóru at hava, var veðramerkið,
sum frá avgamlari tíð hevur verið hjá okkum, innsiglið hjá løgrættumonnunum. 

Anfinnur
Johansen

Deil á

Aðrar greinar

Tað góða orðið
Um navnið KOKS

Tað var undirritaði, ið skeyt upp at kalla matstovuna KOKS, tí skyldi eg tykkum eina frágreiðing. Lý...

Tað góða orðið
Advent – jólaføsta

Løgið, so skjótt árshjólið er farið at hurra. Um stívar tríggjar vikur verður enn eina ferð stytsti ...

Tað góða orðið
Søgan um at sprota – í tølum

Í farnum tíðum vóru tungumál, teirra uppruni og deyði, tongd at ...