Kvørkratak
Ymist
02.11.2014
Sprotin
Yrking eftir Martin Joensen
Eg ætli mær
at krúpa
gjøgnum holini
í lógini
til eg nái inn
til tín
at geva tær
eitt gylt
kvørkratak
eg fari
at grulva
millum reglurnar
í tínum
testamenti
til eg fái
mítt uppiborna
vinningsbýti
tí
eg má
optimera
mínar optiónir
og akta mínar aktiur
so fari eg
at drekka meg fullan
í tínum sveitta
og detta av
í tínum
tárum
Martin Joensen