Múrurin og Tíðin

Bókaprát
09.11.2014
Sprotin

Í hesum døgum er 25 ár, síðan Múrurin fall. Tá ið eldri fólk skulu nevna eina søguliga hending, ið brendi seg fasta í minnið – tú minnist, hvar tú vart stødd, hvat tú gjørdi og hugsaði ta løtuna – so verður mangan tikið til, tá ið Kennedy varð skotin. Jú, tað ørminnist eg, men tann søguliga løtan, ið á sama hátt brendi seg fasta í mítt minnið, tað var, tá ið tíðindini bórust um, at Múrurin var fallin.

Múrurin – hvat er tað? spyrja tey, sum bara
eru tíggju ár yngri enn eg. Múrurin, ið fylti so ómetaliga nógv í evropeiskari
søgu, mentan og politikki tey 28 árini, hann stóð mitt tvørtur ígjøgnum Berlin,
umboðandi eina søgu, sum til samans vardi 44 ár í seinnu helvt av 19. øld.

Múrurin var samstundis ein heilt ítøkiligur
veruleiki, sum skilti menniskju hvørt frá øðrum, og ímyndin av skilnaði millum
hugsjónir, sum í eini hundrað ár myndaðu politiska og mentanarliga lívið kring
heimin, serliga í Evropa.

Øðrumegin tann gamla samfelagsskipanin,
kapitalisman, hinumegin tann nýggja, sosialisman. Tann eldhugi, ið tendraði
milliónir av menniskjum til stríð fyri einum rættvísum og frælsum samfelag, fekk
eitt skot fyri bógvin, tá ið Múrurin varð bygdur. Um tað var neyðugt at halda
landsins íbúgvum innan fyri landamørkini við múri, píkatráði og minum, var tað
so tað best møguliga samfelagið, ið har var? Ikki minni kollveltandi var tað,
tá ið Múrurin fall – og við honum bæði Sovjetsamveldið og samfelagsskipanirnar
í hinum londunum í Eysturevropa. Tá var enn torførari, fyri ikki at siga
ógjørligt, at trúgva, at statssosialisma kundi vera svarið upp á vandamálini
við kapitalismuni. Landamørkini vórðu latin upp, og tað broytti lívið
vestanfyri fyri eitt sindur og lívið eystanfyri fullkomiliga.

*

Ikki fyrr enn í 2003 var eg fyri fyrstu ferð
og ferðaðist í Berlin. Tá var Múrurin bert ein røð av flísum ymsastaðni í túnum
og gongubreytum, sum tú kundi ganga tvørturum uttan nakað hóvasták. Í 2008 var
eg aftur og ferðaðist í fyrrverandi Eysturtýsklandi. Tann upplivingin, sum festi
seg best í minnið, var, tá ið vit vitjaðu eitt fyrrverandi Stasi-fongsul í
Rostock. Stasi var loyniløgreglan í gamla Eysturtýsklandi, DDR. Staðið, har
fólk vórðu sett í fongsul fyri sjálvt tær allarminstu atfinningarnar at
landsins stýri. Kvinnan, sum vísti okkum runt í fongslinum, var um fimmti ára
gomul. Í einræðistíðini høvdu børn hennara gingið í barnagarði og í skúla. Og
hon greiddi frá, at ein meginregla í foreldranna uppaling av børnum var
“radisu-reglan”. Reyð uttan og hvít innan.
Børnini lærdu, frá tí at tey vóru heilt smá, at úteftir skuldu tey fylgja tí
galdandi politikkinum og laga seg eftir tí, sum varð kravt. Bara heima við hús
kundu tey liva tað lív og fylgja teimum normum, sum familjan stóð fyri. Og tað
mátti ongantíð síggjast uttaná.

Men hóast hesar døpru og løgnu umstøður, so
livdu milliónir av menniskjum sítt gerandislív øll hesi árini í hesum
afturlatna landinum, DDR. Hvussu livdu tey, og hvussu hugsaðu tey? Hvussu bar
tað til, at landið yvirhøvur varð til og var til so leingi?

*

Síðan Múrurin fall, eru skrivaðar hundraðtals
bøkur og gjørdir tíggjutals filmar, sum lýsa søguna hjá DDR og tíðina aftaná.
Bæði skaldsøgur, politiskar greiningar, dokumentarfilmar og spælifilmar.

Ein teirra, sum hevur skrivað skaldsøgu við søguni
hjá DDR sum baktjaldi, er Eugen Ruge, og skaldsøgan, sum kom út í 2011, eitur In Zeiten des abnehmenden Lichts. Fyrr í
ár kom hon út í føroyskari týðing við heitinum Tíðin við víkjandi ljósi.

Eugen Ruge varð føddur í Russlandi, vaks upp í
Eysturtýsklandi og flýddi vesturum árið fyri, at Múrurin fall. Tíðin við víkjandi ljósi er eingin
ævisøga, men hon byggir í stóran mun á familjusøguna hjá høvundinum. Hon er
heldur eingin politisk skaldsøga í teirri merking, at tú fært frágreiðingar um
politisk sjónarmið og verður eggjað til at taka støðu fyri ella ímóti nøkrum.
Søgan og politikkurin eru tann pallurin, har lívið hjá menniskjunum fer fram.
Søgan og politikkurin skapa karmarnar, sum menniskjuni meira ella minni laga
seg eftir.

Tað var rættiliga seint í lívinum, at Eugen
Ruge gav sína fyrstu skaldsøgu út. Frammanundan hevði hann arbeitt nógv við
filmi og hoyrispølum, og tað sæst aftur í bókini. Hon er sett saman av tjúgu
søgum, ið eins og filmsbrot greiða frá einum ávísum tíðarskeiði – einum degi
ella nøkrum vikum – sæð úr sjónarhorninum hjá einum av persónunum. Eisini
lýsingarnar av persónum og umhvørvi minna um mátan, sum ein filmur greiðir frá:
neyvar eygleiðingar, har eisini smálutirnir hava týdning.

Samstundis sum Tíðin við víkjandi ljósi er ein hugtakandi, álvarsom, skemtilig og
stundum spennandi lýsing av menniskjum og viðurskiftunum teirra millum, so
gevur hon ein góða mynd av, hvussu tað var hjá vanligum fólki at liva í
Eysturtýsklandi. Bæði fyri kríggið, árini, tá ið DDR varð stovnað, undir kalda
krígnum, og tá ið DDR fór í søguna.

Í bókini nevnir Eugen Ruge ein hóp av nøvnum,
styttingum og hugtøkum, sum eru – ella vóru – væl kend fyri tann týska lesaran.
Tey eru neyvan so kend longur um okkara leiðir, og tí er settur ein navnalisti
og ein orðalisti aftast í tí føroysku týðingini. Har ber til at finna teir
flestu persónarnar, sum verða nevndir í bókini, og somuleiðis styttingar,
orðafrágreiðingar og annað av søguligum slag, sum ger tað lættari at fylgja við
í tí, sum greitt verður frá.

Tær einstøku søgurnar fevna til samans um eitt
fimmti ára tíðarskeið, frá 1952 til 2001. Tað kann vera eitt sindur fløkt at
halda skil á í fyrstuni, so tað kann vera ein fyrimunur at kunna seg eitt
sindur um persónarnar, áðrenn farið verður undir at lesa (tey, sum ikki vilja
hava hesa kunning við, mugu gevast at lesa nú):

Charlotta Powileit er fødd í Berlin um
aldaskiftið. Hon eigur tveir synir úr fyrru giftu og er gift uppaftur við
Wilhelmi Powileit. Tey eru bæði limir í kommunistaflokkinum. Beint undan seinna
heimsbardaga verða teir báðir hálvvaksnu synirnir sendir til Moskva í teirri
vón, at teir yvirliva, men Charlotta verður verandi eftir saman við Wilhelmi,
sum er virkin í mótstøðurørsluni móti nasistunum. Undir krígnum flýggja tey
eins og hundraðtals aðrir týskarar til Meksiko. Ikki fyrr enn í 1952 venda tey
aftur til Týsklands – til tað nýggja landið DDR, har tey búseta seg í einum
lítlum býi, ið er sum ein forstaður til Berlin.

Annar av synunum hjá Charlottu, Kurt Umnitzer,
er um hetta mundið framvegis í Russlandi. Har er hann giftur russiskari konu,
Irinu Umnitzer, og tey fáa í 1954 ein son, Alexander Umnitzer. Í 1956 flyta tey
til DDR og búgva fyrst í húsunum hjá Charlottu og Wilhelmi, men fáa seinni síni
egnu hús í grannalagnum. Tey fáa bæði útbúgving og starv og liva sum – næstan –
vanligir borgarar í DDR.

Í 1976 flytur gamla mamma Irinu, Nadezjda
Ivanovna, úr Russlandi til Kurt og Irinu at búgva. Hon er vaksin upp og hevur
livað í sera fátæksligum korum og skal nú finna seg til rættis í einum púra
fremmandum landi.

Alexander fær rættiliga ungur, í 1977, ein
son, Markus Umnitzer, við unnustu síni, Melittu. Men tey fara frá hvørjum
øðrum, og Markus veksur upp hjá mammu síni. Hann er tann, sum er ungur í tí
nýggju tíðini, ið tók við, tá ið Múrurin fall.

Tann 1. oktober 1989, ein góðan mánað, áðrenn
Múrurin fall, heldur Wilhelm sín 90 ára føðingardag. Hesin føðingardagurin eru
sum ein snúningsásur í skaldsøguni, ið nógvir av hinum pørtunum so ella so hava
samband við.

Aftaná hoyra vit um, hvussu tað gekst Kurt og
Irinu, tá ið alt broyttist. Í 2001 hevur Alexander fingið staðfest álvarsliga
sjúku, og hann ger av at fara at ferðast til tað landið, har omma hansara Charlotta
búði eitt tíðarskeið. Til Meksiko. Og í endanum á søguni ganga træðrirnir aftur
til byrjanina.

Eugen Ruge: Tíðin við víkjandi
ljósi
 
Týtt: Elin Henriksen. 433 bls.

Sprotin 2014 

Vanligur prísur: kr. 188,00 (klubbalimir kr. 150,00)
E-bók kr. 98,00 (klubbalimir kr. 78,00)

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...