Jean Genet
“Mær dámar at vera eitt útskot, og við allari virðing fyri tí, so dámdi Lusifer eisini, at Gud tveitti hann út” segði Jean Genet.
Genet
var á sín hátt heiðurskrýnt útskot. Hann var meistari millum tey, sum vóru
sosialt illa stødd og hann skeiklaði allan siðbundnan moral. Fyrsta skaldsøga hansara varð skrivað,
meðan hann sat í fongsli, og hon snýr seg um lív hansara sum smábrotsmaður og
samkyndur. Jean-Paul Sartre hámetti hann og Simone de Beauvoir kallaði hann
“eitt flogvitugt ómenni”.
Hann
var sonur eina skjøkju, og eingin visti hvør pápin mundi vera. Mamman rýmdi frá
honum, meðan hann var heilt lítil. Hann vaks upp á einum barnaheimi og kendi
seg altíð sum eitt útskot. Hann fekk sær til vana at stjala og stinga av
heiman. 15 ára gamal var hann sendur á eitt sonevnt betranarhús fyri dreinir.
Tá ið hann slapp leysur haðan, fór hann inn í Fremmandalegiónina, men haðan
rýmdi hann seinni. Í fleiri ár gekk hann og válaði, stjól og seldi seg til
menn, men kom so eftir, at hann hevði evni at skriva. So skifti hann kós og
gjørdist víða gitin bæði fyri skaldsøgur, leikir og yrkingar.
STOVUGENTURNAR er í sínum kjarna grundaður á ein veruligan
tilburð, ið fór fram í Fraklandi í 1933. Skelkandi tilburðurin var einki minni
eitt andstyggiligt morð, ið tvær systrar framdu ímóti arbeiðsgevara sínum og
dóttir hennara.
Í leikinum eru Solange og Claire báðar stovugentur, sum
spæla ein sadomasokistar leik, meðan Frúan er burtur. Í leikpørtunum myrða tær Frúnna og skiftast um at lýsa báðar síðurnar í valdsbýtinum
ímillumt ær og arbeiðsgevaran.
Bólkur á min. 10 pers. er 200 kr. pr. stk.
Lesandi 180 kr.
Sunnudagin 23. nov. kl. 18.00
Týsdagin 25. nov. kl. 20.00
Mikudagin 26. nov. kl. 20.00
Hósdagin 27. nov. kl. 20.00
Fríggjadagin 28. nov. kl. 20.00
Leygardagin 29. nov. kl. 18.00
Sunnudagin 30. nov. kl. 18.00
Mikudagin 03. des. kl. 20.00
Hósdagin 04. des. kl. 20.00
Fríggjadagin 05. des. kl. 20.00
Leygardagin 06. des. kl. 18.00
Sunnudagin 07. des. kl. 18.00 (seinasta sýning)