Mánasteinur

Bókaprát
15.11.2014
Sprotin

Árið er 1918, og úr Reykjavík sæst, hvussu Katla goysir eld og málar luftina nátt sum dag. Hóast náttúruvanlukkur, kolatrot og kríggið, sum herjar úti í hinum stóra heimi, gongur lívið í høvuðsstaðnum sína vanligu gongd. Íslendingar fyrireika seg til at gerast sjálvstøðug tjóð.

Sekstan ára gamli Mánasteinur
livir fyri filmum, sum verða vístir í báðum biografunum, sum eru í býnum. Tá ið
hann svevur, droymir hann um filmarnar í útgávum, har vevnaður av hendingum
verður flættaður saman við træðrir úr hansara egna lívi. Tá ið hann er vakin,
heldur hann til í útryðju samfelagsins. 

Spanskasjúka
ger innrás í Reykjavik, túsundtals fólk verða sjúk, og stívliga tvey hundrað
doyggja. Farsóttin herjar býin og syndrar tann trygga, heimliga gerandisdagin,
og ein annar daprari veruleiki tekur við.

 

***

 

Danski
bókmentafrøðingurin og ummælarin Bjørn Bredal tekur soleiðis til í dagblaðnum
Politiken: “Mánasteinur – Drongurin, ið aldri var til” er ein
undursamliga lítil, samandrigin skaldsøga um flestar lutir, og teksturin hjá
Sjón er so nær lýrikki, at alt kann lesast runt og runt. Vit skriva Reykjavík
1918 og fylgjast við fleiri dagfestum hendingum Mánasteini, gøtudreinginum,
menniskjabarninum, ið býður seg fram sum skøkja. Heimsbardagin hæsar av, men
spanskasjúka kemur í land av guvuskipinum “Botniu” sama dag, sum
atkvøtt verður um sjálvstýri Íslands frá Danmark, “teirri lítlu tjóðini,
sum ongar stórar ættir eigur”.

“Ikki tí,
alt hetta rumblið nervar ikki dreingin, hann hevur ikki atkvøðurætt heldur enn
aðrir undir fjøruti, men láturin og skálkabrøgdini hjá Fatty og Chaplin spyrja
ikki um aldur, og teimum kann ein sum einki flenna at fyri tríogtjúgundu
ferð.”

 

Mánasteinur er býttur av filmi, og hann gongur í biograf tvær
ferðir um dagin, sum hann fær ráð til við at nøkta kynsligu lystirnar hjá
monnum. Og tá ið Ísland fær ella tekur sjálvstýri, og tað verður hátíðarhildið
1. desembur 1918, leggur danska skipið “Falken” at við einum
kapteyni, sum heldur talu og heilsar frá Christiani kongi X, og við einum
matrósi, sum av berum lysti elskar við Mánasteini, alt hetta meðan
horntónleikurin rungar, og tey nýggju fløggini verða vundin upp.

Teir verða avdúkaðir, og síðan verða báðir hesir ungu menninir
revsaðir, annar eftir reglunum í danska flotanum, hin við nøkrum, sum hendir í
einari skurðviðgerðarstovu.

Filmur, kynslív og føðingin hjá einari tjóð verða vovin saman í realistiskari
mynd, sum leitar yvir í snildisliga surrealismu, har
tveir litir eru ráðandi, reytt og svart. Eldgosið Katla goysir, og gentan
Sólborg koyrir á motorsúkklu, so øll kynsmørk verða brotin, og hon og
Mánasteinur verða felagar í stuttleika og stórari, stórari neyð.

 

Hon eitur Guðbjørnsdóttir, hon
eitur Sóla Gulb sum kelinavn, og fremst í skaldsøguni kastar hon dreinginum
eitt reytt turriklæði: “Glinsandi
klæðið skríður millum fingrarnar á honum sum kyksilvur, reytt sum varrar
hennara, reytt sum motorsúkkla hennara, reytt sum brúsandi blóð hansara.”

Gamla konan, sum tekur foreldraleysa
dreingin til sín, er miðdepil í søguni og í lívinum hjá Mánasteini. Tá ið
biografurin letur upp aftur eftir sponskusjúku, eydnast tað honum at fáa hana
við til fyrstu sýningina: “Á dúkinum vístu børn seg saman við einglum,
mariusystrar løgdu seg á knæ við ein leggstein; elskandi sluppu ikki longur at
elskast …”

Gamla konan noyðir dreingin at geva sær tað
lyfti ongantíð aftur at bjóða sær í biograf.

Siðsti kapittul loypur til 1929, har greitt
verður frá við teksti og myndum úr veruliga lívinum, eins og tað ávegis hava
verið myndir og tekstir úr tí gátuføra, bókmentanna, surrealismunnar og
søgunnar óveruleika.


Les brot úr Mánasteini her

 

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...