Oktober í fallandi sól

Bókaprát
15.11.2014
Sprotin

Oddfríður Marni Rasmussen gevur út nýtt yrkingasavn. Mikudagin kl. 16 verður framløga í Steinprentið, og øll eru sjálvandi vælkomin.

Brot úr samrøðuhugleiðing við yrkjaran
At yrkja er at ferðast í einum almennum rúmi við øllum tínum persónliga í viðføri. Tí kann tað tykjast, sum at yrkingarnar eru sera almennar, og at eg lati meg úr fyri almenninginum. 

Óansæð,
hvussu eg víki og vendi, so gerast yrkingarnar persónligar. Tað er altíð mín
persónliga áskoðan, sum treingir fram í reglunum og millum reglurnar. Fáist eg
við temu, so sum samfelagsviðurskifti, poetikk, deyða ella kærleika, eru tað
altíð míni persónligu viðurskifti og mín persónligi hugburður, sum skínur
ígjøgnum tekstin. Ikki er neyðugt, at teksturin er um meg sjálvan, men hann
tekur altíð støði í mær og mínum umhvørvi. Eg taki ofta brot úr gerandisdegnum
og flætti upp í bókmentalig amboð, eitt sindur av drama og annars tað, sum eg
meini fær tekstin at rigga. Mín høvuðspoetikkur er hann, at eg skal kunna
yvirraska meg sjálvan, og at formurin ikki skal vera eins í nøkrum
yrkingasavni. Um eg ikki megni tað, tveiti eg tekstin burtur, ella goymi eg
hann, til eg havi flutt meg persónliga á ta kósina, sum teksturin hevur, fyri
at gerast ein góður tekstur. Meira eg lesi, størri innlit fái eg í tær
bókmentir, sum fella til mín smakk. Meira eg skrivi, verri er at yvirraska meg,
og tí haldi eg eisini, at tekstirnir gerast betri, eldri eg verði, og
samstundis seti eg mær sjálvum størri krøv. Tað er ikki altíð so, at tilveran
flytur seg somu kós sum ein yrking, og tí er tað ofta, at yrkingin má broytast.
Tað gerst sjálvandi verri og verri við árunum at skula yvirraska meg sjálvan.

So nógv er,
sum ger seg galdandi, tá ið ein tekstur verður til. Yrkingar skulu skrivast á
einum máli, sum er atkomandi hjá lesaranum, men ein yrking skal eisini vera
soleiðis háttað, at hon skal fáa lesaran at spyrja spurningar, sum hann ikki
vanliga vildi spurt seg sjálvan. Danir hava eitt sera gott heiti: Forfatter.
Altso, ein fatar ymiskt, áðrenn hini fata tað.
  
Yrkingin er
ein bókmentaháttur, har myndberingar hava alstóran týdning. Mínar yrkingar hava
sera ríkar myndberingar, sum ofta eru torskildar, tað veit eg væl. Danska
stórskaldið Per Højholt, segði einaferð at: Man skal holde sine metaforer i
kort snor
. Eg eri samdur við hann, tí at annars tímir lesarin ikki at fáast
við yrkingarnar. Orð eru lødd við játnum og neitnum hugasambondum, sum lesarin
hevur eitt persónligt samband við. Hesi orð eru tengd at uppaling og øðrum, sum
mynda sinnalagið í persóninum. Øll uppfata vit orð ymiskt, og tá ið so orðini
verða sett saman til myndberingar, verða uppfatanirnar eins ymiskar og vit
menniskju einaferð eru. Yrkingar brúka nógvar hjátýdningar. Tað ger ein
frálærutekstur ikki. Har er týdningurin galdandi.

 

Orðini
Orðini, sum søgd verða, hava alt
at siga. At takast við skaldskap er tíðarkrevjandi. Tað, sum er mest
tíðarkrevjandi, er at finna tey røttu orðini, at siga tað rætta. Tá ið eg seti
meg niður at skriva eina yrking, er ein ógvuliga týðandi partur at leita eftir
teimum røttu orðunum at seta saman til tað, sum eg vil fáa fram.

Eg eri kanska
mest kendur sum yrkjari, men eg havi eisini skrivað bæði stuttsøgur og
stuttprosa. Har er áhugamálið og ætlanin ein heilt onnur. Tað er ein søga, sum
skal sigast og um søgan skal sigast so sannførandi sum gjørligt, krevst, at eg
seti meg inn í allar støðurnar, allar persónarnar, sum eru í søguni. Um eg skal
finna fram til, hvussu ein persónur er, geri eg ofta tað, at eg í fyrsta umfari
skrivi ein innkeypslista til persónin. Hvat hevði hann keypt, fór hann í
Miklagarð at keypa? Keypir persónurin sigarettir? Keypir hann frukt? Keypir
hann kvalitetstilvitað? ella keypir hann tað ódýra? Alt hetta kann siga nógv um
persónin, sum eg skal skriva um. Lutir, sum eru í nærumhvørvinum siga nógv um
persónin. Litir, luktir, ljóð og ymiskt annað veruligt, sum er í umhvørvinum,
verður skrivað inn í søguna og kryddrar søgugongdina. Eg geri ofta tað, at eg
skrivi søguna, so at hon er so opin sum gjørligt. Tá ið tað so er gjørt,
strammi eg søguna, fyri at eggja og bjóða lesaranum av. At stramma søguna er í
roynd og veru alt eftirarbeiðið, har eg ruddi upp í orðingum, har formurin
traðkar fram og styrkir innihaldið, har innihaldið verður samskipað. Orðavalið
er sera týdningarmikið. At hava eina søgu við nógvum ymiskum orðum, sum ikki
eru vanlig, sum fær tann forvitna lesaran at leita fram orðini og týdningin, ið
orðini hava. Eg tími ikki at skriva tekstir, sum ikki bjóða mær av onkursvegna.

 

Lærutíðin
Tá ið eg gekk á
rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, varð eg noyddur at skriva á tveimum málum.
Eg læt úr hondum yrkingasøvn, skrivað á føroyskum, meðan eg samstundis skuldi
skriva tekstir á donskum til rithøvundaskúlan. Tað hevði sjálvandi eina ávirkan
á mítt føroyska mál. Tey seinnu yrkingasøvnini vísa týðiliga, at málfeingið er
størri og betri. Tíðin á rithøvundaskúlanum var tann mest læruríka, eg
nakrantíð havi havt. Eg lærdi ógvuliga nógv um meg sjálvan og um bókmentir.
Teir tímarnir, har vit sótu og ummæltu tekstir hvør hjá øðrum, vóru sera
læruríkir. Tey 15, sum sótu um borðið, og ummæltu tekstirnar vóru so
eirindaleys í sínum ummælum, at summi ikki komu í skúlan í ein mánað. Hetta
gjørdi meg kaldan og kyniskan mótvegis ummælum og ummælarum, og hetta lærdi meg
samstundis at vera rættiliga harðan við meg sjálvan, tá ið eg siti við einum
teksti. Skal eg vera bakklókur, so veit eg fullvæl, at nógv yrkingasøvn, sum eg
havi skrivað, áttu ongantíð at verið komin fram fyri lesarans eygu, men tað
vendst ikki aftur.

Móðurmálið
Einar Petursson, ein íslendskur
rithøvundur, segði einaferð: at skriva á einum fremmandum máli, er sum at búgva
á einum hotelli, meðan at skriva á móðurmálinum, er sum at búgva heima. Rætt
hevur hann. Móðurmálið er størsti samleiki okkara. Men, tá ið eg skrivaði á
donskum, varnaðist eg, at eg skrivaði øðrvísi. Evnini vóru ikki tey somu, tað
var líkasum, at eg noyddi meg inn í ein part av heilanum, sum eg ikki slapp inn
í, tá ið eg skrivaði á føroyskum. Eg tvingaði meg at leita eftir orðum og
orðingum, sum eg visti eg hevði tamarhald á. Danska málfeingið var ikki av tí
størsta, og tí gjørdust tekstirnir heldur natnir í orðavali. Føroyskt er eitt
sera ríkt og vakurt mál, og tí eigur tað at bera til at skriva góðar tekstir á
góðum føroyskum máli. Í nógvum førum er ikki so. Tekstirnir verða hurlaðir
niður á pappírið og givnir út, áðrenn blekkið er tornað. Og so knappliga stinga
seg fram bøkur, sum eru sera væl úr hondum greiddar. Tað er samleikajáttandi at
lesa slíkar bøkur.

 

Íblástur
Íblástur. Sjálvandi hevur
íblástur nógv at siga fyri meg, tá ið eg skrivi. Henda romantiska fyrimyndin av
einum rithøvunda, sum situr uppi undir væðingini, svangur og illa heitin, er
tíanverri framvegis enn á lívi í Føroyum, og tíanverri er hon eisini til staðar
hjá stórum parti av politikarunum her á landi. Móðurmálið er avmarkað til okkum
føroyingar og nakrar eldsálir, sum skilja føroyskt, meðan aðrar listagreinir,
so sum málningalistin, hevur ongar sovorðnar trupulleikar at dragast við. Ein
kinverji skilir væl føroyska málningalist, meðan tað eyðvitað er trupult hjá
sama kinverja at skilja føroyska málið. Henda avmarking er eisini ein avmarking
av marknaðinum, og tí er nærum ógjørligt at liva av at skriva bøkur í Føroyum.
Íblásturin kemur ikki úr svongd ella boygdum ryggi. Íblástur er rútma. Hvønn
dag at kunna seta seg niður í minsta lagi fýra tímar at skriva, tað er
íblástur. At hava stundir at lesa aðrar rithøvundar og um bókmentir, tað er
íblástur. Havi eg ikki stundir til tess, tí at eg skal hava eitt borgarligt
starv, sum fer avstað við allari tíðini, sum eg átti at sitið og skrivað, íðan,
so er íblásturin eisini avmarkaður í einum framman undan avmarkaðum marknaði.
Hetta ljóðar sum ein long umbering, men tað er nú einaferð soleiðis, at tann
politiski myndugleikin ikki raðfestir livikorini hjá skapandi stættini í
Føroyum. Tað er ein sjálvfylgja at tann politiski myndugleikin hevur ábyrgdina;
at skapa karmar, ein marknað og at stuðla listafólkum, tí at hesi skapa
føroyskan samleika meiri enn nakar annar. Tá ið rútman verður avbrotin av
borgarligari plikt, peningatroti og einari romantiskari inngrónari áskoðan um
skapandi listafólk, so  fer nógv av
arbeiðinum til spillis, og viðhvørt kenni eg tað sum um, eg siti og tøvi í ongum.

Savnið kemur á marknaðin mikudagin, og øll eru vælkomin til framløguna, sum verður í Steinprenti.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...