Archie málar Hanus

Bókaprát
15.11.2014
Sprotin

Archibald Black varð ein dagin í 2011 biðin um at tekna Hanus G Johansen til ein fløguhúsa. Teir báðir høvdu kenst í mong ár, men tá ið bara ein ávís mynd skuldi mynda Hanus, trokaði tankin seg fram hugan á teknaranum: Hvussu sær Hanus út?

Sum øll onnur hevur Hanus ymisk andlitsbrøgd eftir,
hvussu lagið er, so hvussu kann bara tann eina myndin vera ein rímiliga umboðandi
mynd. Archie teknaði fýra myndir og fór síðan við hesum eina andliti at kanna, hvussu
huglag spríkir ígjøgnum andlitsbrøgd, hvussu sinnið kann speglast í skinni. Hann
skuldi mynda andlitsskiftini í einum einasta andliti og fáa fram, hvussu hetta
eina andlitið skiftir bragd eftir hýri.

Burtur úr tí spurdust myndir við Hanusi í ymsum
tónum.  Meðan Hanus setti tónar til
yrkingar, og yrkingar settu tónar í Hanus, fann Archie tónarnar aftur í
andlitinum á Hanusi. Hetta samspæl er myndatátturin í bókini sum nú er komin út.

 

Bókin er skipað soleiðis, at støk fyndarorð, oftast
úrdráttir úr onkrum lívsvísdómi, standa sum smáir varðar fyri seg og geva tekin
um tann hýr, ið myndevnið hevur verið í, ella tann hýr, teknarin hevur verið í.
Tað, ið onkursvegna hevur búð undir andlitsbragdinum ella tulkingini.   

Við nóg nógvum avbrigdum nærkast Archie kanska
arbeiðinum: hvussu sær Hanus út? Men tað ger ikki setningin: “Tekna Hanus!”
lættari.  Nú eru avbrigdini savnað,
og hissini bitar av samanhangi settir undir liðini á myndunum.

 

Hin tátturin er ein stutt brotmyndasøga um málaran,
snikkaran, tónleikaran, bóndan, læraran Archie og stundum nøkur strok um tónleikaran
Hanus, hvussu teirra leiðir hava skarast, teirra tónleikaliga jørðildi, ella
hvat tað er, ið hevur lyft tvær titrandi rockn’roll-sálir frá fimmtiárunum í
Klaksvík uppfrá .

Bókin er sostatt ein stutt brotakend søga um Archibald
Black og hansara heilt ávísu verkætlan: at tulka andlitsbragdið í Hanusi G. Johansen
í nógvum ymsum brigdum, meðan hansara egna søga í spjaddum bitum eisini verður
søgd.

Bókin kemur á marknaðin Bókadagarnar 22. og 23. november.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...