Bíggjar

Tað góða orðið
16.11.2014
Sprotin

Eg koyri hvønn morgun eftir Velbastaðvegnum og síggi tá vegskeltið Bíggjarvegur, sum er ein lítil vegur inn frá Velbastaðvegnum. Hví verður Bíggjarvegur skrivað við fyrra í? Vit siga eisini at fara til Bíggjar, tá vit meina við bygdina Bø. Mín spurningur er: Hví skrivar mann Bíggjarvegur við fyrra í?

Hví skriva vit Bíggjarvegur við fyrra í
og hví siga vit til Bíggjar, tá vit meina við bygdina ? Fyrst er tað at
siga, at tað er rætt atskriva Bíggjarvegur við fyrra í, og tað
er eisini rætt at skriva til Bíggjar við fyrra í. Og so koma vit
til frágreiðingina. Og her muguvit sum so mangan leita aftur í málsøguna
fyri at finna eitt svar. 

Formurin bíggjar er hvørsfall av bøur, og
bøur merkir upprunaliga‘hús ella garður har fólk býr’; tað kann
eisini merkja ‘bygd’. Og taðer helst tann merkingin, sum vit hava í
bygdarnavninum Bøur. So koma vit til bendingina. Hví fáa vit eitt
í, tá ið orðið annars hevur ø? Nú verður tað eitt lítið sindur
tekniskt. Og tað, sum eg sigi her, er tann einfaldaða útgávan. Grundin er
hon, at tann gamli norrønihvørsfalsformurin var bjár, og so hendir
tað í føroyskum, attað gamla j’ið í bjár verður til eitt í
(sum í gomlum døgum vareitt langt i, framborið nakað sum
/bijar/). Og tað merkir, at frá athava havt eitt stavilsi í hvørsfallinum
(bjár), fær hetta orðið í føroyskumnú tvey stavilsir, av tí at j’ið verður
til eitt í. Soleiðis fáavit formin bíar. Og so fáa vit ta
sonevndu skerpingina inn. Skerpinginer eitt hjáljóðsinnskot (í hesum føri
ggj), sum kemur innmillum sjálvljóðini í og a, og soleiðis
verður bíar til bíggjar, og núgongur kabalin upp. Tá vit t.d. siga
Sumbiar og Hvalbiar, so er taðtann gamli hvørsfalsformurin av bøur, sum
vit hava her. Og taðmerkir, at hesir hvørsfalsformarnir eru
elligamlir. 

Tað er ein vanlig ljóðregla í føroyskum,
at eitt j í slíkumumstøðum verður til eitt i (j’ið verður
vokaliserað). Tað sama fyribrigdiðsum í bíggjar hava vit í orðinum fíggjar,
sum er hvørsfallav . Tann gamli norrøni
hvørsfalsformurin var fjár, sum fyrstbroyttist til fiar í gomlum føroyskum, og
seinni í tíðini fingu vitso skerpingina inn, so úrslitið var
fíggjar. Fíggjarmálaráðið er tað ráðið, sum umsitur fæið í landinum (altso
ognirnar, pengarnar).

Seinni í tíðini fáa vit so eitt annað orð
inn í málið, nevniliga býur (skrivað við seinna ý), sum í
grundini hevur sama upprunasum bøur. Býur við seinna ý er tann
danski og svenski formurinav okkara bøur. Og nú verður tað eitt
sindur tvørligt at hava við at gera, tí nú hava vit býur við seinna ý
og bíggjar við fyrra í. Bøur og býur eru annars skyld við orðið at
búgva

Onkur heldur kanska, at tað er at gera tað
óneyðuga trupult, atvit skulu skriva býur við seinna ý og
bíggjar við fyrra í, tá ið talan ígrundini er um sama orð upprunaliga. Tað,
sum ger tað so trupulter, at ý og í eru fallin saman í
føroyskum (í norrønum var tað /y:/og /i:/). Tað einasta, sum rættvísger
henda munin millum fyrra í og seinna ý í føroyskum er tann
upprunafrøðiliga meginreglan(tað etymologiska prinsippið). Tað
norrøna málkerviðmátti gera mun á ý og í (av tí at tað
vóru tvey ymisk ljóð), og henda skipaner síðani flutt yvir á føroyskt, hóast
ógvisligar ljóðbroytingar erufarnar fram frá tí, at tað norrøna málið
varð talað í Norðurlondum og upp til okkara dagar. Ein av hesum ljóðbroytingunumer, at y’ið hevur mist sína runding og er
sostatt fallið saman viði. Stavseting okkara er sum nevnt sera
upprunafrøðilig, t.e. honleggur seg so tætt upp norrønum, sum til
ber, og tá sigur tað segsjálvt, at við øllum teimum
málbroytingum, sum eru farnar framfrá norrønum til føroyskt, verður tað
stórur munur á skrivaðumog talaðum føroyskum. Og hesin
trupulleikin er eisini sjónligur, tá ið vit hava við orðini bíggjar/býar at
gera.  

Viðm.

Hetta orðið bøur er sum nevnt skylt við
býur, sum aftur er runniðav sagnorðinum búgva (á fornmáli: búa).
Onnur skyld orð erut.d. tað íslendska orðið bær, sum merkir
‘býur’, og sum beinleiðissvarar til okkara bøur, men merkingin er
heilt ymisk, táið vit hugsa um sum vanligt felagsorð.
Men nettupp í bygdarnavninum Bøur hava vit ta merkingina, sum er tann
vanliga í íslendskum, nevniliga stað har fólk búgva. Íslendingar nýta orðið tún
um tað, sum føroyingar kalla í merkingini ‘velt jørðinnangarðs’. Onnur orð, sum hava
rótsamband við bøur, eru t.d. ból, bøli, býli og býlingur.
Jógvan í Lon Jacobsen

Úr Málmaðurin í útvarpinum 2

Deil á

Aðrar greinar

Tað góða orðið
Um navnið KOKS

Tað var undirritaði, ið skeyt upp at kalla matstovuna KOKS, tí skyldi eg tykkum eina frágreiðing. Lý...

Tað góða orðið
Advent – jólaføsta

Løgið, so skjótt árshjólið er farið at hurra. Um stívar tríggjar vikur verður enn eina ferð stytsti ...

Tað góða orðið
Søgan um at sprota – í tølum

Í farnum tíðum vóru tungumál, teirra uppruni og deyði, tongd at ...