Petur & Oddfríður

Bókaprát
17.11.2014
Sprotin

Mikudagin tann 19. november verða tvey nýggj yrkingasøvn løgd fram klokkan 16 í Steinprenti. Høvundar eru Petur Pólson og Oddfríður Marni Rasmussen.

Fyri 20 árum síðani gav forlagið Fannir út søvnini: Afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum eftir Petur Pólson og aldur hugans eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Nú, tjúgu ár seinni og nógv, nógv vísari, geva hesir báðir aftur søvn út saman.

Petur Pólson gevur út sjeynda savn sítt Opus 6 – ein symfoni fyri æðrar. Uni Árting hevur greitt savnið til prentingar.

Oddfríður Marni Rasmussen gevur út tólvta savn sítt Oktoberbløð í fallandi sól. Sára Mikkelsen hevur gjørt permuna. 

Sprotin gevur bæði søvnini út.

Teir fara at lesa upp nýtt og gamalt, og Knút Háberg Eysturstein og Benjamin Petersen spæla.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...