Flekja

Tað góða orðið
07.12.2014
Sprotin

Vit vilja gjarna spyrja málmannin um orðið flekja. Vit siga flekja, tá vit skera flak, men tað eru onnur, sum siga, at flekja bara merkir at taka ryggin úr fiski, sum skal saltast. Hvat er rætt?

Sambært orðabókini merkir flekja at taka ryggin
úr fiski, sum skal saltast. Men eg skal viðganga, at eg skilji væl, at summi
eru farin at brúka orðið um at skera flak. Tí at tá vit hava orðið flak,
er tað nokkso sjálvsagt at brúka sagnorðið flekja, sum at vísa seg er
avleitt av navnorðinum flak. Tá ið vit hava orðini tak og tekja,
hví so ikki flak og flekja? Tað skuldi verið rættiliga sjálvsagt.
Men so einfalt er tað ikki, tí tann upprunaligi formurin stavaðist ikki við kj
men við tj, altso fletja, og sum vit vita, so verður tj
frambor­ið sum kj hjá teimum flestu, og tað kann vera haðani k kann vera komið. Tað kann
eisini vera, at flekja er sett í samband við flak, og á tann hátt
kann k verða innkomið. Í roynd og
veru merkir orðið fletja at gera okkurt flatt.

Í tí gamla málinum var sagt at fletja þorsk
í merkingini at taka ryggin úr toski, sum skuldi saltast. Formurin fletja
er gjørdur burtur úr lýsingarorðinum flatur, so at fletja merkir
upprunaliga at virka fiskin á ein slíkan hátt, at hann gerst flatur. Tá ið
ryggurin er tikin úr fiskinum og hann liggur útbreiddur, er hann jú flatur.
Kann til stuttleika leggja afturat, at flekja eisini kann merkja at
leggja seg skerflatan ella víðopnan, sagt kann verða t.d.“ ungarnir flekja seg niður
á jørðina“ (altso gera seg flatar),
og her síggja vit ta upprunaligu merkingina í orðinum: at gera okkurt flatt.
Hatta var eitt sindur um søguna.

So aftur til spurningin. Eg haldi, tað er
óheppið, at summi fólk eru farin at siga flekja um at flakaskera, tí tá
er orðið ikki eintýtt longur. Tá hevur tað fingið tvær merkingar. Ja men hvat
so, kann onkur siga, tað eru nógv orð, sum hava bæði tvær og uppaftur fleiri
merkingar. Ja, men júst her kann tað vera óheppið, av tí at merkingarnar liggja
so nær hvørji aðrari, og so vita vit ikki, hvat viðkomandi meinar við, tá hann
ella hon brúkar orðið.

Vit kunnu taka samanum og siga tað soleiðis:
Flekja merkir at taka ryggin úr fiski, og tað merkir altso ikki at skera
flak. Tað er kanska ikki heilt av leið at siga, at orðini flekja og flakaskera
er eitt slag av yrkismáli hjá t.d. sjómonnum, og í yrkismáli er alneyðugt at
kunna gera mun á orðunum flekja og flakaskera, tí at annars kemur
sperðil í, tá ið teir skulu tosa um hesar báðar hættirnar at virka fisk. Tí at
í yrkismáli er fyrsta boð eintýtt samskifti, og eintýtt samskifti virkar best,
tá ið eitt orð bara hevur eina merking. Havi spurt meg fyri hjá eldri
fólki, og har er eingin ivi: flekja merkir bara at taka ryggin úr, so tað
fari eg at halda meg til sum tað rætta.

Viðm.
Nakað eftir at flekja hevði verið varpað út,
kom henda viðmerkingin frá einum lurtara. Brævið er stytt nakað, og nøvn eru
strikað.

Eg hugsi, tað var seinnapartin mikudagin í
farnu viku, eg var á veg í bili frá Havn til Gøtu og lurtaði eftir endursending
av onkrari morgunsending, har evnið var „at flekja“ og spurt varð, um týdningurin
av hesum „hevði nakað við flak at
gera“ ella um hann var „at taka ryggin úr fiski, tá
ið hann skal salt­ast“. Hesin seinni týdningurin er sum skilst
tikin úr skjáttuni. Sum eg minnist tað, endaði tú við at vísa til svar frá eini
konu, sum segði, at tað at flekja bert merkti at taka ryggin úr fiski. Hetta
svarið helt eg ikki vera nøktandi, soleiðis sum eg minnist tað at flekja frá
míni egnu tíð til skips (fyrstu ferð í 1956 við tí góða skipinum Agnes Louise
við snøri og vaðbeini í Grønlandi). Fyri at leita mær stuðul setti eg mær fyri,
tá ið eg kom norður, at fara í „Undirhúsið“, har eldri menn møtast
hvønn seinnapart. Tann elsti er 85 ár, hevur siglt sum stýrimaður við trolara í
nógv ár og annars sum skipari á rækjubátum. Ein annar er 78 ár, hevur siglt við
trolara í nógv ár og sum flekj­ari við íslendskum trolara í 50’unum og annars við slupp og
línubáti. Harumframt eru einir fimm, seks aðrir, allir pensj­onistar.

Eg royndi at spyrja soleiðis, at eg ikki legði
nøkrum orðini í munnin, men fleiri høvdu hoyrt sendingina og havt somu
uppliving sum eg og niðurstøðan av tí, sum kom fram har var í stórum tað sama,
sum eg hugsaði í bilinum, nevniliga: At taka ryggin úr fiski er bert ein partur
av tí at flekja.

Øll tilgongdin við at hagreiða fiskin, tá
ið hann var komin á dekkið, var henda:

  • Blóðga
  • (Kryvja)
  • Avhøvda (heysa)
  • Leggja upp á borðið – til sprettarin
  • Spretta og leggja fiskin yvir um borðið
    til úrtakarin ella „ryggj­arin“. Ikki heilt vísur í hesum
    seinasta
  • Taka ryggin úr og koyra í vaskikar – tóku
    millum ½ og ⅓ av rygginum roknað frá nakkanum burturúr 
  • Vaska niður – vaska og koyra í slisku
  • Leggja fiskin og salta hann
  • Ríva um eftir stuttari tíð og geva honum
    eitt sindur av salti afturat   

Sprettarin tók við aðrari hondini um uggan
á fiskinum og loysti við knívinum aðra síðuna av rygginum frá fiskinum allan
vegin frá nakkanum oman í kringluna og legði fiskin yvir um borðið til ein
annan mann at taka ryggin úr. Eingin ivi um, at bæði sprett­arin og hann, sum
tók burturúr, vóru nevndir flekjarar.

Eg ivist eitt sindur í tí at kryvja. Haldi, teir
gjørdu tað tey fyrru árini, so leingi sum livurin var brúkt til nakað, men
seinni varð fiskurin bert avhøvdaður og lagdur upp á borðið, og sprettarin tók
innvølirnar úr, áðrenn hann spretti. Hetta er uttan týdning fyri dagsins evni,
men eg fari at kanna tað nærri. Í skjáttuni er navnorðið sprettari tikið við í
hesi merkingini (maður ella knívur), men ikki sagnorðið í hesi maritimu
merkingini.

Nú gjørdist hetta nakað langt hjá mær. Tað er
stuttligt at fara í „Undirhúsið“ og blaka okkurt tílíkt inn á borðið og so
bara seta seg at lurta eftir viðgerðini. Sjálvur havi eg lisið nokkso nógv hesi
seinastu árini – síðani eg gjørdist pensjonistur, og ein stórur partur hevur
verið um pólfararar og pólgranskarar. Tá ið eg havi viljað havt eitt sindur
meira at vita um okkurt, havi eg viðhvørt spakuliga nevnt tað harniðri. Tað er
sum at koma í gott kenn. Ein bítur á beinanvegin, og hinir taka undir.

 

Eg sendi hesum lurtara sjálvandi eina tøkk aftur fyri
hesa serstakliga væl orðaðu viðmerkingina, har ið eg royndi at siga, at mín
ætlan við at viðgera flekja var ikki at geva eina nágreiniliga lýsing av
arbeiðsgongdini – tað eri eg ikki maður fyri – men at vísa á, at flekja
einki hevur við flak at gera. Í hesum vóru vit samd­ir, tí nakað seinni
kom eitt bræv frá sama lurtara, har ið hann sigur seg vera púra samdan í míni
útlegging, at orðið einki hevur við flak at gera, men, sigur hann, hann
vildi bara vísa á, at til eina fullfíggjaða frágreiðing um tað at flekja
hoyrir eisini ‘at spretta og taka (ryggin)
burturúr’. Í skjáttuni stendur sprettari
antin sum maðurin, ið sprettir ella knívurin, hann brúkar. Víst verður til,
at hetta hevur við fleking at gera.

Jógvan í Lon Jacobsen
Úr Málmaðurin í útvarpinum 3

Deil á

Aðrar greinar

Tað góða orðið
Um navnið KOKS

Tað var undirritaði, ið skeyt upp at kalla matstovuna KOKS, tí skyldi eg tykkum eina frágreiðing. Lý...

Tað góða orðið
Advent – jólaføsta

Løgið, so skjótt árshjólið er farið at hurra. Um stívar tríggjar vikur verður enn eina ferð stytsti ...

Tað góða orðið
Søgan um at sprota – í tølum

Í farnum tíðum vóru tungumál, teirra uppruni og deyði, tongd at ...