Jarðnáðir

Bókaprát
22.02.2015
Sprotin

Jarðnáðir er ein bók um kærleikan og kærleikans náðir á jørðini. Í bókini verður kærleikin lýstur í mongum brigdum: kærleikin millum mak­ar, millum systkin, millum børn og foreldur og næstingar. Kærleikin til landið og náttúruna. Kærleikin í ymsum mentanum. Í skaldskapi og list.

Hetta er ein ferð um kærleikan og tey kor, kærleikin hevur í tíðini, sum er, og í tíðum, sum vóru, úti sum heima. 

Við í egnum lívsroyndum sum grundarlagi skapar høvundurin lesaranum eina mynd av íslendskum samfelagi og íslendskari samtíð sætt úr kærleikans horni, og lýsingin fær sína dýpd við tægrum úr heimspeki, fornfrøði og øðrum mentum – ikki minst kvinnufrøði.

Oddný Eir Ævarsdóttir er millum fremstu samtíðarhövundar í Íslandi. Hon er útbúgvin heimspekingur og skrivaði doktararitgerð á lærda háskúlanum Sorbonne í París. Fyrsta bók hennara kom út í 2000, tað var yrkinga­savnið Snjór Hár Piss hjá forlagn­um Apaflasa. Síðani hevur hon givið út tríggjar skaldsøgur umframt onnur rit. Skaldsøgurnar eru umframt Jarðnáðir: Opnun kryppunnar (2004), Heim til míns hjarta (2009) og Ástarmeistarinn (2014). 
Fyri Jarð-náðir fekk Oddný Eir í 2012 íslendsku kvinnubókmentavirðislønina Fjöruverðlaunin og í 2014 Bókmentavirðislønina hjá Evropa Samveldinum.
 
Carl Jóhan Jensen hevur týtt bókina úr íslendskum.
 
Les brellbita her

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...