Hugfangandi Archi

Bókaprát
22.02.2015
Sprotin

Ljósið, sum Archibald hevur í sínum tekningum og málningum er urljós úr Norðoyggjum. Okkurgula ljósið kemur eins og tað dimma ljósið í tekningunum sum eitt vaðagot inn í málningin og fevnir um fjallatromir berg og skørð. Norðoyggjar og teirra skarðlendi. Tað er sjáldan at uppliva nátúrljósið so rámandi, har allar Norðoyggjar ljóma í okkurgulum ljósrondum av ytstu fjallatrom til fossandi vatn undan dimmgráum steinum.

Heima í stovuni hongur ein fitt tekning av Archibald gjørd við einum náltushblýanti, ein
snøgg krittekning og ein poetisk krittekning evnað við svørtum og reyðum kriti.

Svarthvíta tekningin

Tann svarthvíta tekningin
er av grýtutum lendi, lendi sum vit kenna tað frá Norðoyggjum. Steinar, urðar,
skorar og grýti, ið merkja hetta
skarðlendi, sum er so dimt og døkt, at vit undrast yvir, at fólk og fenaður
hava lívbjargað sær undir hesum kørgu bitum. Henda lítla tekningin lýsir so sera
væl hetta umhvørvið, tað sum er millum Kall og Norðberg. Tekningin er av einari
skriðu, har nálapennurin gevur teimum minstu
tinnunum lív. Hetta er hond listamansins, sum hevur latið hvíta pappírið í eitt
ævinleikaboð av magn og anda. Myndin er klassisk. Hon kann t. d. samanberast við
myndina av Jacgues – Louis David 1748-1825 av Deyða
Marat við klassiskum lutfalli 1 til 1 millum tað svarta og hvíta – millum ljós
og myrkur.

Myndin hjá Archa er
býtt í helvt við einari hornalinju frá ovara horni høgrumegin yvir í vinstra
horn niðast við vinstrumegin, sum skilir ljósið frá
myrkinum. Ein samrøða millum tað døkka, dimma myrkrið og tað fáliga ljósið, sum
dettur um veðurbardar steinar. Tekningin hongur við síðuna av einum prenti av
Janusi Kamban, sum eisini er svart hvítt í lutfallinum 1 til 1 millum ljós og
myrkur. Hesar báðar tekningar tala sínámillum eitt myndamál, sum bara góðir
listamenn duga at gera – at festa urljósið
á hvítt pappír, ið ræður í
natúrini. Er tað ikki steinar, sum skyggja í endurskini t. d. í vátveðri, er
tað likka, bátur og sjógvur, ið bera hetta ljósið á sínum kroppi, sum Janus
hevur latið úr hondum. Jú, tað stendur við klettin hjá Archibald Black og Janusi
Kamban – nátt sum dag teska teir
sítt myndamál á vegginum við Bøveg í Fuglafirði undir Húsafelli og Borgini.

Lítla krittekningin

Lítla, fitta yndiskrittekningin
er av langabbanum, Jákupi bónda, sum er sett við lagligum ljósi á vangan og er
eitt sindur lútandi, men livandi og djørv í dimmgrønum endurskini, ið tekur
leikandi lætt um andlitið og førkar myndina inn í ein skaldskap við hvílandi
kenslum úr hondini, ið hevur evnað hesa tekning. Tunt er tað blóð, ið ikki er
tjúkkari enn vatn og er ikki bara listaligar kenslur, sum rógva upp undir dagin
og løtuna í myndini, men skyldskapur og kensla úr innasta sálarkróki hjá
Archibald Black. Kanst tú koma nærri at manninum, listamanninum Archibald
Black, tá ið hann fer við kritinum og letur langabban í listaligan skaldskap?
Hugsi ikki.


Jákup Bóndi var heldur ikki hvør sum helst – langabbasonur Nólsoyar Pálls, bóndi og bátasmiður, tikin úr
leikum. Eisini hevði hann sínar sermerktu, vísu viðmerkingar til gerandisdagin
og hevði útlongsul eins og langabbin – Hann var fróðarmaður og var longu tá
altjóðagjørdur, sum vit í dag stríðast við at vera.

Stóra krittekningin

Stóra, svartareyða
krittekningin av langabbanum tekur alt inniljós at sær, og gevur langabbanum
flóð av lívi. Tað brýtur um ennið, nøv og nøs og litkritabrotini geva manninum
eina sálarliga styrki í einum inn- og útsúði av lívrunnum ljósi. Hetta er lendið í Norðoyggjum, ið rennur úr tí skapandi hondini og
festir seg í gamla andlitið í samgongu við kritið, ið lýsir gamla skaldakenda,
menska bátasmiðin í kærleika og tign.

Mangan síggja vit
minnisbrot skrivað um fólk, og hava fleiri skald í Føroyum latið úr hondum
yrkingar um farin fólk. Hugsi
ikki, at nakar føroyingur er so væl endurgivin listaliga í myndum, sum Jákup
bóndi á Biskupstøð er tað. Skaldakenda andlit hansara hevur skotið rót í einum norðurlendskum drátti av smámyndum,
ið dansa kring hann í einum
tigandi, ljómfyltum dansi í litum og ljósi.

Eitt sindur um Archibald Black

Archi er bóndi,
góður smiður, góður eygleiðari og góður listamaður. Hann hevur bygt sær eitt
lítið slott saman við vinum sínum
undir Hvítubrúgv – á Ovasta vað tætt við Árnaskarð, har tú sært Haraldsund, Kalsoyarfjørð, og
alfagrar fjallagreinar hála í tað váta vatnið, sum streymar um firðir og sund.
Ikki at gloyma ljósið, sum er kring hesa væla smáttu – urljósið, sum dettur av fjallagreinunum niður á Árnaskarð
og niður á tekjuna á hesa skaldakenda lon, sum er tilevnað av einum listamanni
og vinum hansara.

Hetta er tað
ljósið, sum Archibald hevur í sínum tekningum og málningum. Urljós úr Norðoyggjum,
sum sæst í manslýsingum hansara t. d. av abbanum Jákup bónda. Okkurgula ljósið
kemur eins og tað dimma ljósið í tekningunum sum eitt vaðagot inn í málningin og fevnir um fjallatromir berg og
skørð. Hetta er Archibald Blach, sum málar Norðoyggjar
og teirra skarðlendi. Tað er sjáldan at uppliva nátúrljósið so rámandi, har
allar Norðoyggjar ljóma í okkurgulum ljósrondum av ytstu fjallatrom til fossandi
vatn undan dimmgráum steinum, ið førka seg í fjallasvørtum urliti, nema
fjørulutin og klettin við sævarstrond.

Tað stendur við
klettin í myndum hansara í lutfallinum 1 til 1 og ikki bara tað, men tað ger
tað eisini í sinni og verumáta.

Frits

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...