HVÁLV

Bókaprát
11.03.2015
Sprotin

Í eini tvey ár hevur Jóannis Sørensen av Viðareiði tikið myndir av himmalhválvinum, sum tað sæst úr Føroyum, serliga úr Norðoyggjum. Hann hevur treiskliga og trúgvur sitið heilar nætur uppi at fanga løtur, tá ið hválvið var serliga forvitnisligt.

Myndirnar eru tiknar soleiðis, at umframt at
røkka inn í djúpa hválvið, veitst tú eisini, hvar tú ert staddur í Føroyum. Tú
hevur akkersfestið her, men sleppur at njóta markleysu víddirinar í myndunum.
Alisfrøðingurin Pól Jespersen, sum er serliga
kønur í stjørnufrøði, hevur arbeitt saman við Jóannisi og greiðir í stuttum brotum frá
ymiskum forvitnisligum, ið sæst á myndunum.

Bókin er á
føroyskum og enskum og verður givin út í sambandi við sólarmyrkingina, tí
umframt at vera ein vøkur bók, sum mong vilja eiga at njóta, so kann hon vera
eitt gott minni hjá ferðafólki um stórhendingina 20. mars at taka við sær aftur
úr Føroyum.

Hesa fyrstu vikuna
kostar bókin kostar 248 kr. Eftir tað kostar hon 300 kr. í bókabúðunum.

Bókaframløga
verður á Viðareiði í kvøld og tiltak verður í Perluni tann 19.03. Tiltakið í
Perluni verður skipað við myndaframløgum saman við frágreiðingum á enskum.

Áhugað, ið vilja
vita meira, ella vilja ogna sær fleiri eintøk av bókini, kunnu venda sær til
Poul Guttesen, poul@sprotin.fo, tlf:
224 123.

Trýst her og kaga í bókina.

Bókin kann keypast her.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...