Knut Hamsun
Brot úr innganginum Guðrun Gaard hevði um Knut Hamsun á Orð og tónar-tiltakinum tann 22. okt.
Í Føroyum er gomul siðvenja fyri at lesa norðurlendskan
skaldskap og av tí norðurlendska er tað helst tann norski skaldskapurin, sum
hevur verið lisin mest her hjá okkum.
Ein av teimum eldru norsku rithøvundunum, sum man vera
rættiliga væl kendur í Føroyum, er Knut Hamsun. Verk eftir Hamsun hava verið
lisin á norskum og tey, sum síðani hava verið týdd til føroyskt hava verið
lisin í útvarpinum í eini tíð, tá nógv varð lurtað eftir upplestri í
útvarpinum. Eg hugsi her serliga um Vælferðina, sum Heðin Brú týddi og
Landastrokini, sum Hans Thomsen týddi.
Knut Hamsun varð føddur 4 august í 1859 við eftirnavninum
Pedersen, men tók sær seinni navnið eftir heimbygdini Hamsund. Skaldsøgan, sum
fær serliga umrøðu um eina løtu her í kvøld var hansara gjøgnumbrotsverk. Við
henni setti hann seg sjálvan á bókmentaliga landkortið sum umboð fyri nýggjum
ráki í bókmentunum. Listin yvir verk eftir Hamsun er langur, og tað hevði verið
keðiligt at lurta eftir uppramsan av titlum her, men vit kunnu taka onkur av
teimum kendastu úr rúgvuni, til dømis tey, sum eru umsett til føroyskt.
Skaldsøgan Markens
grøde, sum í týðing eftir Heðin Brú fekk heitið Vælferðin, kom út í 1917 og var tað verkið, sum gav Hamsun
bókmentavirðisløn Nobels. Við henni vendir Hamsun aftur til jørðina og tað
upprunadæmda menniskjað, sum livir av jørðini. Høvuðspersónurin Isak Sellanrå
er maður, sum fer burtur í óbygt at seta seg niður og verða bóndi. Hann er heilt
ólíkur teimum høvuðspersónunum, sum vit kenna úr undanverkunum Pan og úr Sult
til dømis. Hann er róligur, ráðisligur og støðufastur og hevur einki av hesum
kensluseminum og tí nervøsa leitandi lyndinum, sum vit síggja hjá undanfarnum
skaldsøgupersónum. Tað undrar als ikki, at Heðin Brú hevur valt at týða júst
hetta verkið, tí líkskapur er millum lýsingina av Isak Sellanrå og fleiri av
persónunum í verkum Heðinsar. Hetta at síggja mann og náttúru sum samansjóðaða
eind.
Trilogiin, sum gongur undir navninum Landstrykere, er øll
týdd til føroyskt. Sprotin hevur givið allar tríggjar út. Tvær tær fyrstu
bøkurnar, Landstrykere og August, týddi Hans Thomsen og ta triðju,
Men lívið livir, týddi Edvard Olsen
til føroyskt. Høvuðspersónurin í øllum trimum bókunum er August, sum veksur upp
í lítlu bygdini Polden. Hann er umboð fyri nýggjar tíðir, hann hevur allar
møguligar ætlanir um vinnu og bankavirksemi og hann strýkur um verðina alla til
tess at skapa nýggja vinnu. Hann minnir ikki sørt um Bænadikt Einarson í skaldsøguni
hjá Carl Johan Jensen, Eg síggi teg betri
í myrkri.
Tað, sum eftir mínum tykki er serliga eyðkennandi fyri
skaldskapin hjá Knut Hamsun, er tær frálíku persónslýsingarnar. Hamsun hevur
sjálvur sagt, at hann heldur rithøvundar sum Bjørnson og Kielland skapa typur,
heldur enn menniskju. Tað, sum hann vil, er at lýsa einstaklingarnar, sum hann
skrivar um, sum heilskapað menniskju út í smálutir. Hann sigur soleiðis um
hetta at skriva typur í staðin fyri verulig menniskju í einum kendum fyrilestri
í 1891:
Ein maður, sum
selur ross, er tá einki uttan rossahandlari. Hann er rossahandlari í hvørjum
orði. Hann kann ikki lesa eitt ævintýr ella tosa um blómur ella hava áhuga fyri
reinligheit; nei, hann má altíð reypa, banka á pengamappuna og banna sum ein
turkur og lukta av fjósi. Men nú er tað soleiðis, at ein rossahandlari
kann, eins og rithøvundar,
matrósar og øll heimsins djór, vera ein samansett, sera torgreind vera, sum
hevur sál av fagrastu mótsetningum.
Og vit kunnu siga, at tað eydnast til fulnar at skapa
hesar úrvaldu persónslýsingarnar. Man spyr seg sjálvan, um heimsbókmentirnar
hava nakra meira hugfangandi mannalýsing enn hana av Isak Sellanrå í
Vælferðini!
Hesi heilt serligu evnini til at skapa persónar, sum
framhaldandi ganga ljóslivandi í huganum, eftir at tú hevur lisið um teir,
hevur Hamsum ikki burtur úr ongum. Í sínum ungu døgum gav hann sær stundir til
at eygleiða menniskjuni í nógvum sambondum og víða í verðini. Hann ferðaðist
nógv í sínum ungu døgum, búði í styttri og longri skiftum í Chicago, Finlandi,
Ruslandi og Turkalandi. So landastrokið, sum býr í okkum øllum meiri ella
minni, kennir hann í sær sjálvum av royndum.
Seinasta verk Hamsuns er verkið, sum krevur umrøðu av
leikluti hansara undir 2. veraldarbardaga. Sum tey allarflestu vita, gjørdist
Hamsun virkin nazistur undir krígnum. Tað førdi so til eina ákæru um landasvik
eftir kríggið, og hann varð, tá 86 ára gamal, lagdur inn á sálarsjúkrahús til
mentalkanningar. Har skrivaði hann sítt verjurit På gjengrodde stier,
sum beinanvegin gjørdist eitt nógv umrøtt verk og av fleiri varð skýrt at vera
eitt meistaraverk frá hansara hond. Orsøkin til, at eg taki tað við her, er,
at eisini her er eitt føroyskt
samband, tí Regin Dahl skrivaði í eini grein í 1951 um hetta verkið og støðuna,
sum Hamsun kom í eftir kríggið. Regin sigur:
Hvat telur, tá ið
hann, ið er nærkomin at deyðanum, skal gera upp? – Vit, ið læu í gleði og
undran í Havn og suðuri á Ceylon, vit ið ongantíð gloyma Edevart, ið kom slitin
og tómur heimaftir í pollin úr Amerika og setti seg einsamallur sunnudagarnar
út á bøin at lurta eftir teimum neyðarsligu runnunum har norðuri fyri kanska at
finna seg sjálvan aftur, verða vit ikki tald við?
Við hesum orðunum lyftir Regin Dahl skaldskapin eftir
Knut Hamsun upp um menniskjað Knut Hamsun, sum jú var júst tað, bara eitt
menniskja – men tó eitt slíkt við heilt serligum gávum. Vit, “sum læa í gleði
og undran í Havn og suðuri á Ceylon”, vit telja sanniliga við, tí vit eru tann
eftirtíðin, sum eigur skaldskapin, og tað tykist bara rímiligast at lata skaldskapin tala við okkum og at tala
fyri seg sjálvan.