Men várið kom

Bókaprát
09.12.2015
Sprotin

Tó at hon verður løgd fram 10. desembur, er hon framvegis Og várið kom … Hetta er ein tann fittasta barnasangbókin, ið skrivað er á føroyskum – eisini fyri vaksin – síðan Barnarímur eftir Hans Andrias kom út í 1915. Tað tók hundrað ár at koma upp á síðuna av Hans Andriasi.

Alexandur, sum hevur givið børnum nýggjar
sangir í so mong ár, hevur ongantíð verið betur upplagdur um yrkjari og hevur í
hesum verkinum kastað saman við tveimum øðrum royndum lærarum og listamonnum,
sum hava arbeitt við børnum alt lívið.

Hann arbeiðir nevniliga saman við Bárði
Jákupsson, sum myndar yrkingarnar og Knúti Olsen, sum hevur sett lag á orðini.
Hvør á sín hátt tala teir til barnið við orðum, myndum og tónum. Ikki minst til
barnið, tey vaksnu hava við sær sum førning alt lívið.

Her eru yrkingar, sum eyðsýniliga eru
skrivaðar á tveimum fláum til tess at vísa tí vaksna á okkurt við okkum
menniskjum, men sum hjá barninum er ein stuttlig, ítøkilig mynd av onkrum
fyribrigdi, sum er áhguavert at hugsa um.

Her eru sangir við fagrastu myndum og løgum
at syngja, tá ið songartíð er.

Her eru sangir, ið lovprísa sorgleysa og
sólríka gerandisdegnum hjá børnum.

Skalt tú hava futt í, eru tær her, sum seta
futt í, ella kanska okkurt tvætliørindi, so er tað eisni her. Her er eitt
sindur av hvørjum til øll.

  

Alexandur
yrkir um at granska heimin einsamallur við øllum
sonsum opnum, um friðsælu, hvíld og tilveruna við sínum margfalda og sjóðandi
yrki. 

Tann vaksni skilir maðkin, ið alt sítt lív
hevur hávirt flogið hjá hábærsligum fuglum, men verður etin av einari hønu.
Eisin skilja tey vaksnu maðkin, ið við vissu veit, at ljósið er myrkur.

Men Alexandur ber barninum søguna, orðamyndirnar
og orðagleðina.


Bárður hevur í tekningunum varðveitt einfeldina og skemtið, sum eyðkendi
hansara strikutekningar á yngri árum. Tað, sum Heðin Brú hevði sum botn í sínum
skaldsligu lýsingum, býr í tekningunum hjá Bárði sum ein flógvur, kátur undirtóni
í øllum, hann ger.  Eitt djúpt
innlit í tilveruna við sínum dygdum og skemti og dáralæti.

Knút hevur sett lag til yrkingarnar. Knút, sum eigur løgini til allar
teir sangir, vit syngja, sama um lagið er ljóst, sorgblítt ella dapurt. Tá ið
várið strýkur um heimavøll, og tá ið tindar standa kavaklæddir, tá ið dimmið
hoykir seg yvir menn á seiðabergi, tá ið ljósið dregur ung, ásttikin fólk í
kærleika út í grøna summardagin. Hann rakar beint í hjartað aftur og aftur.

Gunnar
Hoydal
við sínum greinandi skaldagávum hevur
skrivað tríggjar skitsur av listamonnunumí bókini. Hann leggur ein tátt aftrat
tí, sum tann vaksni í fyrstu syftu fær við sær, og sum børnini seinni fara at
leita afturá, tá ið tey hava lagt sær alt í geyma og skilja tær fláirnar, ið
ikki vóru teimum opinberar í fyrstu syftu.

 

Samrunin millum fittu sangirnar og sera
vøkru løgini fer kanska at geva hesari bókini somu støðu sum Barnarímur eftir Hans Andrias. Í einingi
at sita og blaða seg ígjøgnum litføgru myndirnar verður ein fongur hjá børnum.
Í eingini ella saman við øðrum at lurta eftir og syngja hesar seingirnar er
gott fyri sálina.

Bókin kann keypast her

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...