Jólakvøða 2015

Bókaprát
23.12.2015
Sprotin

Tá ið jólini aftur eru á og í okkum, fær alt eitt annað lag. Brekkurnar, tú hevur fyri eygunum hvønn dag, fáa jóladám. Túnið, vágin, frostið, sum er rutt í svørðin um náttina – alt fær ein serligan jóladám. Jólahýrurin í okkum setur seg snøggliga á alt rundan um okkum.

Vit á Sprotanum ynskja øllum okkara viðskiftafólkum og samstarvsfólkum eini hugnalig jól og eitt eydnuberandi nýggjár við yrkingini Halgi eftir Christian Matras.

Nú er halgin løgst um heimafjøll,
sum eitt huldublik breitt yvir vøll,
sum ein messufarri yvir sjógv 
– sum ein heilug tøgn um tún og lógv.


Allar urtir steðgaðu í dag,
hvør ein seyður hevur annað lag,
hvør ein fuglur fekk eitt annað mál
– hvør ein hylur er ein rúnað skál.


Her í halgirúmdini hvørt far
fer sum leyst við hvønndagsheim tað var 
– er sum mynd úr kvæðafjaru verð 
sædd í sjón út fyri landi her.


Vinaliga
Jonhard Mikkelsen


Árshefti Sprotans kann lesast her


Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...