Slóðir eftir farnar heimar

Orð og tónar
11.05.2016
Sprotin

Á Orð og tónum hóskvøldið 12. mai kl. 20 verður skaldsøgan eftir Roy Jacobsen ‘Tey ósjónligu’ viðgjørd. Eisini verður samrøða við Sólrúna Michelsen um hennara nýggja yrkingasavn, og Danjál á Neystabø fer at syngja nøkur løg. Og tá kunngera vit eisini kápumyndakappingina.

Lívið er stokkut. Tað tykist ongan enda at eiga í barnsins heimi. Men nakrar 10 ferðir kring sólina, og ein veit, tað er stutt, tíðardøgg.

Og einki støðast, sjálvt ikki samfeløg. Hetta felagslívið, sum kann tykjast óvikandi, myndað, sum tað er í strevi, gleði, kærleika og sorg øld eftir øld. Men eftir eitt ættarlið kann tað vera farið.

Kortini – alt leggur dýrabærar slóðir eftir seg, bara vit geva tí gætur.

Hesi temu verða vend úr ymsum sjónarhornum á Orð og tónum hóskvøldið 12. mai.

Randi Kúrberg fer at viðgera skaldsøguna Tey ósjónligu eftir Roy Jacobsen um harðbalna lívið undir kørgum korum í norska skergarðinum fyrst í 20. øld.

Jørmund Zachariasen fer at hugleiða um einsemið, ið er eftir, tá ið hini eru farin.

Sissal Kampmann fer at práta við Sólrúna Michelsen um hennara nýggja yrkingarsavn Ein farri av fráferð, ið hyggur at lívinum, tá ið tað er farið at aftna.

Danjál av Neystabø fer at syngja fyri okkum.

… og so fara vit eisini at kunngera kápumyndakappingina, ið vit hava hótt við leingi.

Skráin er henda:

– Vælkoma og kápumyndakapping
– Heimar Teirra Ósjónligu – Randi Kúrberg hugleiðir og Eyð Matras lesur upp
– Intermesso – Tað farandi fest í myndir
– At vera eftir, tá hini eru farin – Jørmund Zachariasen
– Danjál á Neystabø syngur

Steðgur

Ein farri av fráferð – Sissal Kampmann prátar við Sólrúna Michelsen
  Eyð Matras lesur yrkingar upp
– Danjál á Neystabø syngur

Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.

Til ber at ogna sær fleiri nýggjar, úrvaldar bøkur fyri serprís. 

Deil á

Aðrar greinar

Orð og tónar
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum t...

Orð og tónar
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd

Nakað stórvegis broytt í túsund ár? Kom oman á Reinsaríið tann 19. sept. kl. 20 og fá tær eina góða ...

Orð og tónar
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini

Kom oman á Reinsaríið tann 22. august og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónlei...