Fótbóltsótýggi

Tað góða orðið
15.06.2016
Sprotin

Nú ið frættist, hvussu summi loyva sær at tíggja sær niðri í Fraklandi í sambandi við fótbólt, verður orðið ‘hooligan’ ofta nevnt. Hooligan svarar til okkara bølmenni, óvætti, ótýggi, yvirgangskroppur, ófriðakroppur. Í sambandi við fótbólt eru hooligans fótbóltsótýggi. Men hvat merkir ‘ótýggi’?

JHW Poulsen, professari, greiðir soleiðis frá í Orðabókin – J.H.W. Poulsen.

Lurtari í Kollafirði vil hava skil á upprunanum at orðunum ótýggi og vittuggi. – Seinni partur í orðinum ótýggi verður stavað við ý og er sama orð sum tað ósamansetta týggi, ið vit nú bert hava um útbúnan hjá klyvjarossum.

Í gomlum máli merkti tað reiðskapur, útgerð og tílíkt. Hitt danska tøj er sama orðið, sbr. seletøj. Á svenskum eitur tað tyg og á norskum ty. Ótýggi er í royndum nærskylt við danska orðið utøj, ið merkir skaðakykt av ymsum slag, og kann eisini, sum í føroyskum, merkja illmenni, skaðagripur og tílíkt. Svenskt hevur otyg.

Tað kann vera, at orðparturin -þýði, ið vit t.d. kenna úr fornmálsorðinum illþýði, ið merkir ‘illmenni’, er runnið saman við hetta orð. Tað er drigið av þjóð, ið er tað sama sum føroyskt tjóð ‘fólk’.

Vittuggi verður vanliga stavað vittuggi, tí tað verður hildið, at tað hevur samband við fornmálsorðið vettugi, ið er hvørjumfall av vættki, ið merkir ‘einki, ikki tað sum eitur’. Hetta ber saman við eldru merkingina av orðinum vittuggi: eitt tápuligt ella eitt ódugnaligt; nú er tað havt um ein, ið ber seg illa at, er óargaligur o.s.fr.

Lurtarin úr Kollafirði gevur upp eina merking av orðinum ótýggi, vit ikki kendu áður. Hann sigur: millum okkum her í Kollafirði er ótýggi meint við tann, sum misrøkir tað, hann eigur, ella sum sagt: hann ótýggjar alt burtur. –

Deil á

Aðrar greinar

Tað góða orðið
Um navnið KOKS

Tað var undirritaði, ið skeyt upp at kalla matstovuna KOKS, tí skyldi eg tykkum eina frágreiðing. Lý...

Tað góða orðið
Advent – jólaføsta

Løgið, so skjótt árshjólið er farið at hurra. Um stívar tríggjar vikur verður enn eina ferð stytsti ...

Tað góða orðið
Søgan um at sprota – í tølum

Í farnum tíðum vóru tungumál, teirra uppruni og deyði, tongd at ...