Tvey súrepli
Tá ið menniskju verða happað, serliga børn, kenna tey seg ofta ljót og ræðulig innaní, og øgiliga ofta hvørki vísa ella siga tey nøkrum frá um kenslur sínar.
Rosie Dutton, sum er lærari í Birmingham í Bretlandi, lýsti ta ræðuligu ávirkan, happing hevur á børn – við tveimum súreplum.
Lærdómurin, ið eg gav mínum floksbørnum í dag, var søgan um tvey súrepli.
Tað, sum børnini ikki vistu, var, at áðrenn tímin byrjaði, hevði eg slept øðrum súreplinum fleiri ferðir niður á gólvið – munur sást tó ikki á teimum.
Vit tosaðu saman um súreplini, og børnini lýstu, hvussu bæði súreplini sóu eins út; bæði vóru reyð, á leið somu stødd og bæði tvey sóu leskilig út – klár at bíta í.
Eg tók fram tað súreplið, ið eg hevði slept niður á gólvið og fór at siga børnunum, hvussu illa mær dámdi júst hetta súrepli. Eg helt tað vera vamlisligt, tað hevði ein ljótan lit, og stelkurin var alt ov stuttur. Eg segði við børnini, at av tí at mær ikki dámdi hetta súrepli, so skuldu teimum heldur ikki dáma tað – tey skuldu eisini vera ljót ímóti hesum súrepli.
Nøkur børn hugdu at mær, sum hevði eg mist bæði vit og skil, men súreplið fór runt í flokkinum, frá barni til barn, og súrepli varð happað. “Tú luktar illa”, “eg veit ikki, hví tú í heila tikið ert til”, “tú ert allarhelst fongdur við orm” o.s.fr.
Vit veruliga pilkaðu hetta stakkals súreplið niður. Eg fór næstan at taka synd í tí.
Síðan fór hitt súrepli sína ferð ímillum børnini, og nú søgdu børnini bara vøkur orð, “tú ert eitt yndisligt súrepli”, “títt skal er vakurt”, “tú hevur ein ótrúliga vakran lit” o.s.fr.
Eg sat nú aftur við báðum súreplunum og aftur tosaðu vit um, hvussu eins tey vóru, eingin munur sást á teimum, júst sum tá ið eg vísti teimum tey á fyrsta sinni. Tey vóru óbroytt og eins.
Tá skeri eg bæði súreplini sundur. Súreplið, ið vit høvdu verið fitt og góð við, var leskiligt og frískt innan.
Súrepli, ið vit høvdu verið ljót og niðrandi við, var meiðslað, blotnað og kreymut innan.
Børnini hvukku við. Tey skiltu, at tað vóru okkara ljótu orð, ið høvdu meiðslað hetta stakkals súreplið so meint.
Tá ið menniskju verða happað, serliga børn, kenna tey seg ofta ljót og ræðulig innaní, og øgiliga ofta hvørki vísa ella siga tey nøkrum frá um kenslur sínar. Varð súreplið ikki skorið sundur, høvdu vit ikki vitað um alla pínuna, vit løgdu undir skalið á tí, hvussu tað varð pilkað sundur innan. Vit høvdu verið lukkuliga óvitandi.
Í farnu viku, var ein ljótur ímóti mær. Skalið var óskalað. Men innan í mær, kendi eg sviðan av sárinum av beisku og stingandi orðunum.
Ólík súrepli hava vit ein møguleika at steðga hesum. Vit kunnu læra børn okkara, at tað ikki er í lagi at vera ljótur hvør ímóti øðrum og gera greitt, hvussu ljót orð og ljótar gerðir raka okkum menniskju. Vit skulu læra børn okkara at vera góð hvørt við annað og siga nei til happing, júst sum ein lítil genta gjørdi í mínum flokki í dag. Hon noktaði at siga nakað ljótt við súreplið.
Alsamt størri verður smeiturin, um eingin ger nakað fyri at steðga happingini. Latið okkum skapa eitt ættarlið við góðum og umsorganarfullum børnum.
Tungan hevur eingi bein, men er ivaleysa sterk til at bróta eitt hjarta. So ansa væl eftir tí, tú sigur. Vanda tær um orðini.
– Rosie Dutton
Sára Mikkelsen týddi