Stór bókaútsøla

Ymist
03.09.2018
Sprotin

Sprotin selur ALLAR bøkur – spildurnýggjar sum gamlar – fyri hálvan prís, nú forlagið fyllur 25 ár.

Vanliga eru vit ikki við á útsølu, men á okkara 25-ára føðingardegi leggja vit ALLAR okkara bøkur til sølu fyri helvtarprís – uppløgini eru smá, men útgávurnar eru nógvar. 

Er onkur bók, tú kundi hugsað tær, kanst tú veruliga gera kvettið hesar dagarnar. 

Men hvat við teimum, ið ikki búgva í Havn? Jú, tilboðini verða eisini á sprotin.fo, so tú kanst bíleggja bøkur til dyrnar!

BÓKASØLAN í Perluni er opin soleiðis:
Hósdag 6. sep.: kl. 14-22
Fríggjadag 7. sep: kl. 14-22
Leygardag 8. sep.: kl. 11-16

 

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...