KÓKA BJØRN 

Lesikrókurin
23.12.2022
Sprotin

Tað er summarið 1852 í Kengis í norðasta Svøríki. Prósturin og vekingarprædikumaðurin Lars Levi Læstadius tekur bókstavliga ein ungan sámadrong upp av veitarbakkanum. Jussi, sum drongurin eitur, er rýmdur heimanífrá undan harðskapi og svongd. Prósturin tekur hann við sær, og Jussi verður næmingur hansara og trúgvi fylgisneyti á plantufrøðiligu gonguferðunum á Pajala-leiðini. 

Tá ið ein neytakona hvørvur og verður funnin deyð, og so ein onnur illa meidd, átekur prósturin sær við Jussa sum hjálparmanni uppgávuna sum detektivur. Bygdarfólkið ivast ikki í, at tað er ein stór og óð bjørn, sum herjar, men prósturin stúrir fyri, at ein nógv verri manndrápari er á vási. 

Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit bókina KÓKA BJØRN, sum er hugfangandi skaldsøga um, hvussu stórar hendingar raka ein lítlan heim. Hetta er ein krimisøga úr norðasta Svøríki, sum fer fram í einari fortíð, sum luktar av brennivíni, sveitta og svongd, og hetta er ein bók, sum fer beint í hjartað. 

Gestir eru Barbara á Tjaldrafløtti, Enna Garðshorn Mikkelsen og Tina Jakobsen. Vertur er Eyðun Klakstein.

 

 

Deil á

Aðrar greinar

Lesikrókurin
Saltleiðirnar

Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk.  Høvundurin fylgir s...

Lesikrókurin
Sigmundur og gullringurin

Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við ...

Lesikrókurin
EDEN

Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har ...