Jonhard Mikkelsen 70 ár

Ymist
01.12.2023
Sprotin

Hin 11. desember verður hann sjeyti, mæti bókamaðurin í Vestmanna, sum altíð verpur okkum okkurt spennandi egg.

Eitt eru bøkurnar, ið koma út í stríðum streymi og hava gjørt tað í fleiri ár. Ótroyttiligur sum rákið í Vestmannasundi gongur hann bæði við og ímóti streyminum fyri at fremja allar sínar ætlanir.

So eru tað orðabøkurnar, hesin gripur, sum er komin almenninginum til góðar – ikki bara okkum her í Føroyum, men eisini fólki aðrastaðni.

Á ólavsøku í ár hevði besta og størsta eggið, Sprotin, eisini rundan føðingardag, so í veruleikanum er talan um 100 ára føðingardagshald í Løkshøll sunnudagin 3. desembur kl. 16.00.

Hjartaliga vælkomin til føðingardagshaldið, har vit við orðum og tónum fagna sprotunum báðum.

Neyðugt er við tilmelding: (https://loksholl.atgongumerki.fo/webshop/event/2388014/order/info)

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...