Ljóðbøkur og summar

Bókaprát
03.07.2024
Sprotin

Lurta eftir nýggjum ljóðbókum frá Sprotanum, meðan tú málar og røkir bø og garð í summar, meðan tú flýgur millum lond, og meðan tú brúnkar teg á heitari strond.

Fyri 10 árum síðan fingu vit nógvar ljóðbøkur inn á okkara heimasíðu. Tann tøknin rann undan okkum. Síðan tóku vit aðra tøkni í nýtslu og fingu allar ljóðbøkurnar á MOFIBO. Tøknin er nú í lagi, tær liggja allar har til teirra, ið hava hald til MOFIBO.

Nú er so triði møguleikin tøkur. Vit hava lagt um 100 bøkur á eReolen. Lætt og ómakaleyst kanst tú nú læna tær ljóðbøkurnar á bókasøvnunum. Fýra um mánaðin – ókeypis!

Hesar eru nakrar av teimum seinastu, vit hava lisið inn:

Vilt tú síggja alt úrvalið, klikk her

 

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...