Saltleiðirnar

Lesikrókurin
15.12.2024
Sprotin

Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk. 

Høvundurin fylgir søguni frá tí, at hálendskir fiskimenn í hundraðtali komu til hetlandsleiðirnar í 16. øld og upp til avbjóðingarnar í fiskiídnaðinum nú á døgum. Alla frásøguna kryddar hann við minnis- og heimildarbrotum um toskafiskiskap í 19. øld undir Føroyum og Grønlandi og um sildatíðina, sum fekk Hetland at stórblóma tíðliga í 20. øld. 

John Goodlad hevur skrivað yrkisbókina Saltleiðirnar. Regin av Steinum týddi úr enskum, og Sprotin gav út í vetur. 

Gestir í Lesikrókinum eru Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Birita Matras Petersen, søgufrøðingur og 1. varatingfólk fyri Javnaðarflokkin, og Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord. 

Vertur er Helena Lamhauge-Mortensen.    

Deil á

Aðrar greinar

Lesikrókurin
Sigmundur og gullringurin

Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við ...

Lesikrókurin
EDEN

Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har ...

Lesikrókurin
Brenn øll míni brøv

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella ski...