1804
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundar: Rúni Bjarkhamar
Bólkar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Rúni Bjarkhamar
Uppsetan: Else Sjúrðaberg
ISBN: 978-99972-1-612-0
Útgávudagur: 31. aug. 2025

1804

372,50 DKK

Book club price

298,00 DKK Ikki limur? Melda til!
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

"Brádliga, sum snarljós av ljósum himni, rakti ein steinur, í stødd sum ein nevi, Danton í pannuna. Hann fór í allari tyngd síni afturav. Blóðsprænurin stóð frá.”

Jean Paul noyðist at flýggja úr Fraklandi. Á náttartíð fjala hann og vinmaðurin, Leo, seg umborð á einum prámi, sum fer til Le Havre við neytahúðum. Har hitta teir á einum vertshúsi ein skipara, ið sigur seg vera úr einum landi, teir ongantíð hava hoyrt um. Landið eitur Les Iles Féroé, Føroyar.

Morgunin eftir hava teir seglini á og eru á ferð við føroyinginum. Ein ferð, sum flytur teir inn í tær broytingar, sum henda í Evropa, Amerika og seinni í Føroyum hesi árini.

Føroyingurin hevur allatíðina eitt mál fyri framman. Hann hevur sett sær fyri at fara aftur til fátæka heimlandið. Har er so mangt, sum bøtast skal um. Ikki minst mugu føroyingar eiga skip og læra at sigla.

Skaldsøgan 1804 lýsir eina søguliga broytingartíð. Gjøgnum eyguni á høvuð spersóninum, fransmanninum Jean Paul, verða Føroyar lýstar.

Vit lesa um bjartar hugsjónir og afturhald.

Vit hoyra um fólk, sum stríðast við harða mótgongd í tilveruni.

Og so hoyra vit eisini um kærleikan, sum størstur er.

Upplýsingar um bók
Vøruslag Pappírsbók
Høvundar Rúni Bjarkhamar
Bólkar Skaldsøgur
Upprunaland Føroyar
Kápusnið Rúni Bjarkhamar
Uppsetan Else Sjúrðaberg
ISBN 978-99972-1-612-0
Útgávudagur 31. aug. 2025
Lýsing

"Brádliga, sum snarljós av ljósum himni, rakti ein steinur, í stødd sum ein nevi, Danton í pannuna. Hann fór í allari tyngd síni afturav. Blóðsprænurin stóð frá.”

Jean Paul noyðist at flýggja úr Fraklandi. Á náttartíð fjala hann og vinmaðurin, Leo, seg umborð á einum prámi, sum fer til Le Havre við neytahúðum. Har hitta teir á einum vertshúsi ein skipara, ið sigur seg vera úr einum landi, teir ongantíð hava hoyrt um. Landið eitur Les Iles Féroé, Føroyar.

Morgunin eftir hava teir seglini á og eru á ferð við føroyinginum. Ein ferð, sum flytur teir inn í tær broytingar, sum henda í Evropa, Amerika og seinni í Føroyum hesi árini.

Føroyingurin hevur allatíðina eitt mál fyri framman. Hann hevur sett sær fyri at fara aftur til fátæka heimlandið. Har er so mangt, sum bøtast skal um. Ikki minst mugu føroyingar eiga skip og læra at sigla.

Skaldsøgan 1804 lýsir eina søguliga broytingartíð. Gjøgnum eyguni á høvuð spersóninum, fransmanninum Jean Paul, verða Føroyar lýstar.

Vit lesa um bjartar hugsjónir og afturhald.

Vit hoyra um fólk, sum stríðast við harða mótgongd í tilveruni.

Og so hoyra vit eisini um kærleikan, sum størstur er.

Rúni Bjarkhamar