Sára Malena
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundar: Sólrún Michelsen
Bólkar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Anker Eli Mortensen
Uppsetan: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-531-4
Útgávudagur: 26. okt. 2023
Síður: Array

Sára Malena

348,00 DKK

Book club price

278,40 DKK Ikki limur? Melda til!
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Søgurnar um Sáru Malenu í Skúgvi, sum fekk so margháttliga lagnu, eru mangar. Hon livdi í 19. øld. Pátrúgv og trongskygni áttu sítt sæti í sálini. 

Hon var eitt balstýrið barn. So løgin og óstýrilig, at pápin mundi tikið lívið av henni.

Seinni var hon løgd undir at duga gand, tí ræddust fólk og skýggjaðu hana. Sára Malena var einsamøll og forfjónað, happað og útihýst og upplivdi ongantíð kærleika. Flestu søgur­nar um hana eru slíkar, sum reka framundir, at hon sanniliga dugdi meira enn at mata seg.

Hvussu dregur kona undan í lítlari bygd, har fólk eru sannførd um, at hon við sínum orðum hevur verið atvoldin til, at bátar ganga burtur og menn doyggja á løgnan hátt? Einkjurnar og faðirloysingarnir sita eftir við sorgini, beiskleikanum og ræðsluni, … meðan søgurnar ganga um alt landið.

Upplýsingar um bók
Vøruslag Pappírsbók
Høvundar Sólrún Michelsen
Bólkar Skaldsøgur
Upprunaland Føroyar
Kápusnið Anker Eli Mortensen
Uppsetan Sonja Kjølbro
ISBN 978-99972-1-531-4
Útgávudagur 26. okt. 2023
Síður Array