Hjúpuljóð
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundar: Malan Poulsen
Bólkar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Hanni Bjartalíð
Uppsetan: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-506-2

Hjúpuljóð

148,00 DKK

Book club price

118,40 DKK Ikki limur? Melda til!
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Eitt viðkomandi savn, sum festir í nógvar tankar.  Millum annað um lívið, meðan tað hevur sítt trygga stev og samljóð, og tá ið menniskju missa mál og mið.

Tá ið tað at eldast ikki verður virðismett, tey gomlu verða óbrúkilig og nyttuleys sum handskin, ið liggur gloymdur “millum nýfallið heystleyv”.

Malan nýtir m.a. hjúpuna sum eina mynd av at eldast og kortini vera sterkur og ikki vilja sleppa takinum og enda “á náttbláa ellisheiminum”

Annars lýsa yrkingarnar nógv sambandið  millum samfelag, einstakling, náttúru og minni.

---

Við Hoyvíkstjørn

skurðar
uttan mammur og pápar
summir á floti
summir á steinum
ongi sár skríggj
bert tøgn
og bíðan
áðrenn fráferð
heiman

tað ókenda
dregur
teir hevja seg
breiða út veingirnar
flúgva
suður móti Afrika
haðani flýggjandi børn
á veg norðureftir
hyggja upp
og varnast
sár skurðaskríggj
innaní

Upplýsingar um bók
Vøruslag Pappírsbók
Høvundar Malan Poulsen
Bólkar Yrkingar
Upprunaland Føroyar
Kápusnið Hanni Bjartalíð
Uppsetan Sára Mikkelsen
ISBN 978-99972-1-506-2

Malan Poulsen