Upplýsingar um bók
| Vøruslag: | Pappírsbók |
| Høvundar: | Arnbjørn Ó. Dalsgarð |
| Bólkar: | Yrkingar |
| Upprunaland: | Føroyar |
| Uppsetan: | Sára Mikkelsen |
| ISBN: | 978-99972-1-505-5 |
| Útgávudagur: | 13. nov. 2022 |
Tykisljóð
Lýsing
Arnbjørn Dalsgarð er á marknaðinum við nýggjum savni við sjaldsomum metayrkingum. Yrkingar um at yrkja og síggja tilveruna úr snaraðum vinklum kanska ofta millum tað, ið tykist, og tað, ið er. Yrkingarnar krevja, at lesarin vil liva tað lív, sum yrkingin skapar eina løtu. At síggja tað lív, ið er inni í tí formi, sum er karmur um innihaldið í orðinum.
fuglar
eg skrivi fuglarnar
sum eg hoyri og síggi inn
í hesa yrking sum fer
á flog av øllum veingja
brestunum og hvørvur inn
í bláa pappírið
í seinnu helvt lendir yrkingin aftur
her á borðinum og spyr
hvat hon skal gera
við teir fjaðurskotnu fuglarnar
sum sótu eftir
eg svari í nútíð
at ljósið og tíðin nokk
skulu finna eina loysn
og fái mær aftur upp
í nevið
Upplýsingar um bók
| Vøruslag | Pappírsbók |
| Høvundar | Arnbjørn Ó. Dalsgarð |
| Bólkar | Yrkingar |
| Upprunaland | Føroyar |
| Uppsetan | Sára Mikkelsen |
| ISBN | 978-99972-1-505-5 |
| Útgávudagur | 13. nov. 2022 |