Upplýsingar um bók
| Vøruslag: | Pappírsbók |
| Høvundar: | Svanna Jákupsdóttir |
| Bólkar: | Yrkingar |
| Upprunaland: | Føroyar |
| Kápusnið: | Jógvan Andreas á Brúnni |
| Uppsetan: | Else Sjúrðaberg |
| ISBN: | 978-99972-1-507-9 |
| Útgávudagur: | 1. nov. 2022 |
Oyðilendi
Lýsing
Yrkjarin sigur:
Yrkingarsavnið Oyðilendi snýr seg um at vera tætt upp at einum menniskja, ið spakuliga forferst og hvørvur. Yrkingarnar vórðu til í eini roynd at viðgera kenslur og tankar, sum stinga seg upp, tá ið ein av okkara nærmastu, alt ov ung, gerst ólekjandi minnisveik.
At yrkja hevur givið mær nýggjar og øðrvísi møguleikar at orða kenslur og tankar. At arbeiða við myndamálið og myndbering hevur havt við sær, at eg eri vorðin varug við nýggjan samanhang og eg havi fingið annað innlit í tilveruna.
At yrkja er vorðin ein máti at skilja heimin og tankar. At geva onkrum skap, sum ikki hevði skap fyrr. At royna at gera tað samansetta einfalt.
...
Upplýsingar um bók
| Vøruslag | Pappírsbók |
| Høvundar | Svanna Jákupsdóttir |
| Bólkar | Yrkingar |
| Upprunaland | Føroyar |
| Kápusnið | Jógvan Andreas á Brúnni |
| Uppsetan | Else Sjúrðaberg |
| ISBN | 978-99972-1-507-9 |
| Útgávudagur | 1. nov. 2022 |