Upplýsingar um bók
| Vøruslag: | Pappírsbók |
| Høvundar: | Tóroddur Poulsen |
| Bólkar: | Yrkingar |
| Upprunaland: | Føroyar |
| Kápusnið: | Tóroddur Poulsen |
| Uppsetan: | Sára Mikkelsen |
| ISBN: | 978-99972-1-297-9 |
| Útgávudagur: | 10. mai. 2018 |
| Síður: | Array |
Himnahyljar
Lýsing
Vit síggja á luftiga heitinum, so er himmalin drigin niður á jørðina sum í eini spegling, og tí eru “holini í skýnum full av kombikkum og marflugum og øðrum, sum krevja nógvan frið og ongar spurningar”.
Savnið er 94 síður við góðum yrkingum við abstraktum og sansaligum orðamyndum, av hugfarsligum aforismum, stuttligum orðaspæli og uppreksingum og aktuellum gløggskygdum viðmerkingum til nútíðarsamfelagið. Her er náttúrualskin økokritikkur, dagar sum ikki kunnu asfalterast, brestandi gassballónir, abstraktar dreymayrkingar og meira ítøkiligt: asfalt, stálskip og colablikk á trappuni í Ebenezer, umframt púra vektleysar yrkingar, sum upploysast og hvørva.
- Kinna Poulsen
Upplýsingar um bók
| Vøruslag | Pappírsbók |
| Høvundar | Tóroddur Poulsen |
| Bólkar | Yrkingar |
| Upprunaland | Føroyar |
| Kápusnið | Tóroddur Poulsen |
| Uppsetan | Sára Mikkelsen |
| ISBN | 978-99972-1-297-9 |
| Útgávudagur | 10. mai. 2018 |
| Síður | Array |