Upplýsingar um bók
| Vøruslag: | Pappírsbók |
| Høvundar: | Gunnar Gunnarsson |
| Bólkar: | Skaldsøgur |
| Upprunaland: | Ísland |
| Kápusnið: | Archibald Black |
| Uppsetan: | Sonja Kjølbro |
| Týðari: | Heðin M. Klein |
| ISBN: | 978-99972-1-147-7 |
| Útgávudagur: | 7. sep. 2015 |
| Síður: | 346 |
Jón Arason
Lýsing
Bókin er um viðgitna og máttmikla katólska biskupin Jón Arason (1484-1550).
Tá ið trúbótin skuldi verða sett í verk í Íslandi eftir danskari fyriskipan, noktaði biskupur at lýða kongsins boð og setti seg upp ímóti hesi nýskipan.
Drúgt og hatskt stríð tók seg upp partanna millum. Endin var, at Jón saman við synum sínum Ara og Bjørn varð hálshøgdur á Skálholti 7. novembur 1550. Henda skemdargerð varð hevnd so dyggiliga, at viðhaldsmenn beindu fyri øllum teimum donsku embætismonnum á Bessastøðum tann veturin.
Grundað á hesar ógvisligu lagnur, skrivaði Gunnar Gunnarson hesa skaldsøguna. Hon sigur frá barndómi og ungdómi Jóns, samlívinum við Helgu Sigurðardóttir, kirkjuliga embæti hansara og ógvisliga stríðnum, sum tók seg upp seinastu árini av lívi hansara.
Upplýsingar um bók
| Vøruslag | Pappírsbók |
| Høvundar | Gunnar Gunnarsson |
| Bólkar | Skaldsøgur |
| Upprunaland | Ísland |
| Kápusnið | Archibald Black |
| Uppsetan | Sonja Kjølbro |
| Týðari | Heðin M. Klein |
| ISBN | 978-99972-1-147-7 |
| Útgávudagur | 7. sep. 2015 |
| Síður | 346 |