Degningsvindar
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Ljóðbók, Pappírsbók
Høvundar: William Heinesen
Bólkar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: William Heinesen
Uppsetan: Sonja Kjølbro
Týðari: Christian Matras
ISBN: 978-99972-1-061-6
Útgávudagur: 16. okt. 2014
Síður: 346

Degningsvindar

198,00 DKK

Book club price

158,40 DKK Ikki limur? Melda til!
Tøk sum ljóðbók.
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Degningsvindar (1934) var fyrsta skaldsøgan, William Heinesen skrivaði. Hon kom út aftur í 1961 í nógv broyttum líki.

Skaldsøgan lýsir skiftið í tí gamla føroyska samfelagnum til veruliga fiskivinnu og handilsskap.  Her eru samanbrestir og spenningar av øllum handa slagi ímillum nýggj og gomul virði,  íhald og framtakshug, millum kirkju og sertrúarflokkar. Her eru heimspekingar, fyllibyttur, boðfretar, kargakokur, her er øvund og girnd og kærleiki. Hvør hevur sítt at dragast við umframt tann dystin, tey øll hava í felag, at glímast við náttúrumáttin í teimum sjálvum og kring tey.

Vindsamur morgun stendur um hav og land, harðbalin landsynningur. Hann ber við sær vársins órógv og gróðursemi, tarin tekur dik á seg, grasið grønkar, fiskurin rygnist, ærnar ganga kvidnar í lývætu. Eisini í manna sinni ræður gróðurmikil órógv, tí nýggj tíð er í koming, við vón og vanda, sum ikki sæst út yvir – ein rembingartíð, tá ið gamalt fer, áðrenn nýtt hevur fest rót. Framgongd ella undirgongd? Eingin veit.

Upplýsingar um bók
Vøruslag Ljóðbók, Pappírsbók
Høvundar William Heinesen
Bólkar Skaldsøgur
Upprunaland Føroyar
Kápusnið William Heinesen
Uppsetan Sonja Kjølbro
Týðari Christian Matras
ISBN 978-99972-1-061-6
Útgávudagur 16. okt. 2014
Síður 346
Lýsing

Degningsvindar (1934) var fyrsta skaldsøgan, William Heinesen skrivaði. Hon kom út aftur í 1961 í nógv broyttum líki.

Skaldsøgan lýsir skiftið í tí gamla føroyska samfelagnum til veruliga fiskivinnu og handilsskap.  Her eru samanbrestir og spenningar av øllum handa slagi ímillum nýggj og gomul virði,  íhald og framtakshug, millum kirkju og sertrúarflokkar. Her eru heimspekingar, fyllibyttur, boðfretar, kargakokur, her er øvund og girnd og kærleiki. Hvør hevur sítt at dragast við umframt tann dystin, tey øll hava í felag, at glímast við náttúrumáttin í teimum sjálvum og kring tey.

Vindsamur morgun stendur um hav og land, harðbalin landsynningur. Hann ber við sær vársins órógv og gróðursemi, tarin tekur dik á seg, grasið grønkar, fiskurin rygnist, ærnar ganga kvidnar í lývætu. Eisini í manna sinni ræður gróðurmikil órógv, tí nýggj tíð er í koming, við vón og vanda, sum ikki sæst út yvir – ein rembingartíð, tá ið gamalt fer, áðrenn nýtt hevur fest rót. Framgongd ella undirgongd? Eingin veit.

Christian Matras