Edward skarar framúr
Bøkurnar um Karitas eru givnar út í mongum londum. Allar tær ymisku kápurnar hava tulkað bøkurnar ymisliga. Men sambært høvundinum sjálvum bera tær hjá Edwardi av øllum. “Hann skilir bøkurnar til fulnar og myndar veruliga støðuna hjá listakonuni Karitas”
Kristin Marja Baldursdóttir, sum vitjaði í Føroyum um vikuskiftið, vildi sleppa til Klaksvíkar at vitja Edward Fuglø, ið hevur gjørt tær bókakápurnar, ið henni dámar best av øllum. Nógv best.
Hon vildi sleppa at tosa við Edward, tí myndin, hon hevði í huganum, áðrenn hon fór undir Karitas – við ongum heiti, var ein einsamøll listakona, úti á fjarskotnari bygd í Íslandi. Ein lærd listakona fyrst í farnu øld, sum ikki fær savnað seg um sína list. Hon býr í eini kroysu úti á bygd, har eingin skilir hana, og brúkar alla sína orku til børn og hús, sum hon ikki hevði ætlað sær.
Og hvat sær høvundin, tá ið hon fær føroysku tulkingina?
Fremst í myndini stendur eitt gapandi tómt lørift, sum eingin hevur sett pensilin á. Ein púrasta geldur hvítur dúkur á einum myndafóti, sum stendur á berligum grýtilendi, har einki grør, sum fábroytt og líðandi fer undir grátt hav undir gráum himli. Og har – ytst á mjáa, lága tanganum – stendur einsamalla konan og starir langtandi inn í gráan.
Soleiðis hevur Edward teknað kápuna, og Kristin sat í Reykavík og gleddist um, hvussu beinrakin listamaðurin í Klaksvík hevði verið.
Tá ið Kristín kom til landið fríggjakvøldið og sá seinnu bókina, sá hon heildina, ið Edward hevur skapað við báðum bókunum. Ta fullkomnu kollveltingina, ið hend er í lívi Karitas frá fyrru til seinnu bók, sum myndar eina óruddiliga verkstovu og eina nýtíðarliga kvinnu, sum ikki hyggur langtandi út í havsbrúnna, men granskar eitthvørt í onkrari skapandi tilgongd. Har er lív og lívsjáttandi órudd.

Myndafóturin er framvegis hvítur – men nú tað er bakið, vit síggja. Hinumegin er flatin, har málað verður, og hann horvir ímóti listakonuni. Har er samband millum listakonu og listaverk.
Tómin – longsilin og tómleikin – í fyrru myndini er í ovurmáta fyltur í seinnu myndini.
Hevði hon verið fegin um fyrru bókina, varð hon ovurfegin nú. Tí heildin var so heppisliga skapt.
Bæði í Norðurlandahúsinum og í Fuglafirði greiddi Kristín eldhugað frá skapanartilgongdini, tá ið handritið fyltist við persónum og gerðum. Hon legði doyðin á, at allar hennara bøkur byrjaðu við eini mynd, hon hevði í huganum leingi, áðrenn teksturin fór at vaksa burtur úr henni og varð skaldsøga.
Við Karitas var alt onkursvegna savnað í eini mynd, hon hevði sæð einaferð niðri í Spania. Á myndini sást tú konu, sum hevði eina fruktkurv á høvdinum. Í høgru hond, sum helt í kurvini, hevði hon eina sigar. Í vinstru hond hevði hon ein fisk, og undir hondini eina parasoll.


Hetta var gentan, og úr hesi myndini vuksu stóru ímyndingarnar, sum gjørdust hjartatættir í søguni. Suðurhavsfruktirnar stóðu fyri litfagrari list, fiskurin ímyndaði tann kalda íslendska veruleikan, parasollin útlongsilin til heitari lond, og sigarin ímyndaði tað, at hon breyt við siðvenju og vanar – breyt tey mørk, ið sett vóru um kvinnuna. Hetta var tann nýggja kvinnan, sum gekk nýggjar leiðir. Hon, sum fór í orrustuna fyri at broyta samfelagsligu støðuna hjá kvinnuni.
Gunvør Balle hevur týtt báðar bøkurnar, so vit nú kunnu lesa hetta stórverk á føroyskum.